Hóast eftirmenn Konstantin keisara royndu at birta lív í gomlu griksku
trúnna, eydnaðist hetta ikki, og í árinum 380 gjørdi Teodosius keisari av,
at kristindómurin skuldi vera ríkisátrúnaður í rómverska ríkinum. Nú
hevði kirkjan fingið vald, og hetta vald nýtti hon, um tað var neyðugt,
fyri at fáa fólk at taka við kristnari trúgv. Samstundis sum kirkjan fekk
størri vald, gjørdist hon eisini meira verðslig.
Summum dámdi tað so illa, at tey tóku seg úr vanliga samfelagnum og
stovnaðu kleystur, so tey har betur kundu tæna Gudi og Kristusi, uttan
at verða tarnað av verðsliga lívinum. Hesi kleystur fingu stóran týdning,
tí munkar og nunnur sóu tað sum sína uppgávu eisini at taka sær av
sjúkum og fátækum.
Nøkur fólk sóu ein fyrimun at lata seg kristna uttan tó veruliga at vera
kristin. Tað førdi við sær, at heiðin hugsan trokaði seg inn á kristindómin
og hótti við at forkoma honum. Alt frá Jesu døgum høvdu fólk roynt at
vart kristindómin, eitt nú Irenæus, ið doyði um ár 202.
bannaði · heidnar
?
Visti tú
at Teodosius keisari bannaði
Olympisku summarleikunum í
árinum 393, tí hann metti teir
at vera heidnar og ein hóttan
ímóti kristindóminum. Olympisku
leikirnir byrjaðu í árinum 776 f.Kr.
til æru fyri gudin Zeus. Teir vórðu
ikki tiknir upp aftur fyrr enn í
1896.
Kristna kirkjan
fer um lond
80