“Eg eri sum eg eri”
Orð og lag: Kári Jacobsen
Summi hava fittar frøknur og krúllut hár.
Meðan onnur fáa sóljugult av sólini hvørt vár.
Tú og eg eru ymisk,
tað er okkara størsta styrki.
Niðurlag:
Eg eri sum eg eri.
Gott at ongin er púra sum eg.
Eg geri tað eg geri.
Ongin annar enn eg eri eg.
Summi dáma pitsa við leyki og fleski og ost.
Onnur halda pepperoni og soppar vera rættan kost.
Hví heldur tú summi happa
tey, sum ikki eru heilt sum tey sjálvi.
Niðurlag
Tú og eg eru ymisk.
tað er okkara størsta styrki.
Niðurlag
Vit eru sum vit eru.
Gott at ongin er púra sum vit.
Vit gera tað vit gera.
Ongin annar enn vit eru vit.
Ongin annar er púra sum eg…
Lesið yrkingina væl
• Hvørji sjónarmið koma fram í yrkingini?
• Sig tína hugsan um ymiskleika.
!
71
Kap. 7 - Hvør eri eg