63
Kap. 6 - Kristindómur
borgarlig vígsla · vælsignilsi · fruktbari
?
Visti tú
at tá ið rís ella annað verður
kastað á brúðarparið, er hetta ein
leivd frá rómverjatíðini, har tey
kastaðu mandlur ella aðrar nøtir.
Nøtirnar vóru ímynd av fruktbari
og ein vón um, at parið fór at fáa
frísk børn.
Hjúnaband
Tá ið tvey gerast góð og vilja liva saman sum hjún, gera tey av,
hvussu tey vilja staðfesta hjúnabandið. Borgarlig vígsla á ráðhúsi, á
kommunuskrivstovu, hjá sýslumanni ella hjá øðrum myndugleika er
eins væl galdandi sum kirkjuvígsla. Kirkjuvígslan fer fram nakað á sama
hátt sum ein gudstænasta. Har verður biðið fyri hjúnabandinum, har
eru bíbliulestur, sálmar, tala og vælsignilsi. Stóra evnið er kærleikin, ið
verður givin øllum menniskjum sum eina gáva frá Gudi, og ikki minst
kærleikin millum tey, ið fegin vilja liva saman, til deyðin ger skilnað
teirra millum. Brúður og brúðgómur siga ja til at liva sum hjún, og
at tey vilja æra og elska hvørt annað. Ofta velja tey nýgiftu at halda
brúdleypsveitslu saman við familju, vinum og kenningum.
Deyði
Kristna trúgvin byggir á trúnna um, at deyðin ikki er endin, men
byrjanin á einum nýggjum lívi saman við Gudi. Jesus doyði, men hann
varð vaktur til lívs aftur fyri alla tíðir at vera saman við Gudi. At Jesus
reis upp frá deyðum, vísir teimum kristnu, at tey ikki hava fyri neyðini
at óttast deyðan. Jesus gav teimum vónina um eina framtíð saman við
honum. Við uppreisn síni sleit Jesus deyðans og syndarinnar band og
innsetti nýggja sáttmálan ímillum Gud og menniskju.
Jarðarferð
Við jarðarferðina verður sagt farvæl við tann, ið deyður er. Prædikað
verður um kristna boðskapin um uppreisnina, um vónina, um at
síggjast aftur og um troystina í hesi vón. Tað verður biðið og takkað, og
sálmar verða sungnir.
Tá ið kistan er komin í grøvina, kastar prestur, um tað er hann, ið heldur
jarðarferðina, jørð á tríggir ferðir. Hann nevnir navnið á tí, ið farin er,
og sigur:
Av mold ert tú komin. At mold skalt tú verða. Úr mold skalt tú aftur
standa upp
. Hesi trý ímynda lív, deyða og ævigt lív.