Kristni 7 - Næmingabók - page 62

62
ferming · fyriskipan
?
Ferming í Hoyvíkar kirkju.
Barnadópur í Vesturkirkjuni í Tórshavn.
Lívshátíðir
Dópur
Børn og vaksin verða limir í kristnu kirkjuni í dópinum. Vatn verður latið
á høvdið, ella tey verða koyrd undir kav. Vanliga verða tey barnadoyptu
navngivin við dópin. Foreldrini lova at ala barnið upp í kristnari trúgv.
Í summum londum doypa tey í vøtnum og áum. Jesus varð doyptur
í Jordanánni í Ísrael. Enn í dag ferðast mong til Jordanánna at verða
doypt.
Ferming
Tey, ið eru barnadoypt, verða ofta fermd um 14 ára aldur. Fermingin er
kirkjulig fyriskipan, har tann, ið fermdur verður, játtar dópsorðini og
svarar ja til kristnu trúnna.
I...,52,53,54,55,56,57,58,59,60,61 63,64,65,66,67,68,69,70,71,72,...134
Powered by FlippingBook