Kristni 7 - Næmingabók - page 57

57
Kap. 6 - Kristindómur
FAKTA
Kalikur er steyp, ið vín verður
drukkið av við altargongd.
Jesus át fyri síðstu ferð páskamáltíð saman við lærusveinum sínum.
Lærusveinarnir skiltu ikki rættiliga, tað Jesus hevði sagt, at ein teirra
skuldi svíkja hann. Eisini segði hann, at Pætur fór at nokta, at hann
kendi Jesus. Nei, hetta kundi ikki vera satt.
Meðan teir soleiðis sótu við borðið, tók hann breyðið, vælsignaði tað
og segði:
Takið hetta og etið tað; hetta er likam mítt, sum tykkum verður
givið. Gerið hetta til mínar áminningar.
Hann tók eisini kalikin við víni,
takkaði, gav teimum og segði:
Drekkið allir herav; hesin kalikur er hin
nýggi sáttmálin í blóði mínum, sum fyri tykkum verður úthelt til fyrigeving
syndanna. Gerið hetta, so ofta tit tað drekka, til mínar áminningar.
Frá hesum stavar siðurin at hava altargongd ella breyðbróting. Onkur
kallar tað minnismáltíð.
Heilaga kvøldmáltíðin, 2010, eftir Ludvík Breckmann, f. 1985
stavar
?
I...,47,48,49,50,51,52,53,54,55,56 58,59,60,61,62,63,64,65,66,67,...134
Powered by FlippingBook