Kristni 7 - Næmingabók - page 50

50
Spurningar
Greiningarfrymil
Sálmar kunnu viðgerast á henda hátt:
1. Les sálmin væl.
2. Hvør hevur yrkt og/ella týtt?
3. Hvat er lagið til sálmin?
4. Kennir tú annað lag til sálmin?
5. Eru torfør orð, so kanna, hvat tey merkja.
6. Nýtir sálmaskaldið rím?
7. Nýtir sálmaskaldið myndatalu?
8. Er innihaldið úr Bíbliuni, gerandisdegnum, andaliga lívinum e.ø.?
9. Er sálmurin yrktur til serstakt høvi, hátíð, árstíð, morgun, kvøld e.a.?
10. Kann sálmurin býtast í partar?
11. Greið í stuttum frá innihaldinum.
12. Hvat ørindi dámar tær best og hví?
13. Hevur sálmurin ávísan boðskap?
14. Kennir tú annan sálm við sama innihaldi?
1. Hvør munur er á eini yrking og einum sálmi?
2. Fulla navn Mikkjals, føðiár og deyðaár.
3. Hvat eyðkennir ein sálm?
4. Til hvørji høvi verða sálmar yrktir?
5. Hvat starv ella størv hevði yrkjarin?
6. Sæst tað aftur í hesum báðum sálmum hansara?
7. Greina sálmarnar eftir greiningarfrymlinum.
8. Hvørjar myndir í sálminum kenna vit enn í dag?
9. Hvørjar eru tær ókendar?
10. Hvat meinast við myndatalu?
I...,40,41,42,43,44,45,46,47,48,49 51,52,53,54,55,56,57,58,59,60,...134
Powered by FlippingBook