Brúðgómurin rættir brúðrini eina skrivliga avtalu, ketuba, har hann
lovar, at hann altíð vil syrgja fyri henni, vil vera trúgvur og æra og elska
hana. Brúðurin hevur slør fyri andlitið, men tá avtalan er undirskrivað,
verður slørið lyft.
Brúðarparið drekkur eitt og sama glas av víni, sum rabbinarin hevur
vælsignað. Hetta skal vera eitt tekin um, at tey nú eru eitt og skulu
fylgjast í gleði og sorg. Síðani verður vælsignilsi sungið yvir parið.
Hátíðarhaldið endar við, at brúðgómurin traðkar á eitt glas, so tað brot-
nar. Glasið er innpakkað, so eingin fær skaða av hesum. Hetta er ein
gomul siðvenja, ið skal ímynda, at templið í Jerúsalem varð lagt í oyði
og jødarnir riknir burtur. Men eisini, at tað koma bæði góðir og minni
góðir dagar í hjúnabandinum.
Deyði
Tá ein jødi doyr, samlast tey nærmastu og syrgja. Tey gráta hart og krógva
ikki, hvussu hørm og syrgin, tey eru. Siðvenjurnar í sambandi við deyða
og jarðarferð skulu hjálpa teimum, ið eftir sita, ígjøgnum sorgina og aftur
til gerandisdagin, uttan tann deyða.
Jødisk lóg krevur, at jarðarferðin skal verða skjótast gjørligt eftir andlátið,
helst sama dag ella í seinasta lagi tveir dagar aftaná. Jarðarferðin er
ímynda
?
Baldakin, hásætishimmal.
Brúðgómurin setur ring á fremstafingur á
brúðrini.
42