Kap. 4 - Jødadómur
Trúarjáttan
Tað týdningarmesta í jødisku trúnni er, at tað bert er
ein
Gud. Hann er
ævigur, ósjónligur, hevur skapað allan heimin og øll menniskju. Hann
ræður yvir øllum, men hann er eisini hjá menniskjum og lurtar eftir
teimum. Trúarjáttanin verður eisini nevnd Shemabønin.
Bøn
Frá trý ára aldri verður væntað, at jødar hava Gud við í øllum tí, teir
gera, og at teir biðja stuttar bønir, sum eru til øll høvi. Biðjast kann
innantanna, hart ella kann verða sungið. Vanliga verður biðið standandi
ella sitandi. Tó skal kvøldbønin biðjast í songini. Áðrenn máltíðina
fríggjakvøldið, sabbatsmáltíðina, og við allar høgtíðir vælsigna foreldrini
børnini og biðja Gud um at hjálpa teimum og vakja yvir teimum.
Genturnar verða vælsignaðar við teimum góðu eginleikunum hjá
teimum “fýra mammunum” hjá jødiska fólkinum: Sáru, Rebekku, Rakul
og Leu. Dreingirnir verða vælsignaðir við vælsignilsinum, ið Jákup gav
abbasynum sínum, Efraim og Manassa. Hesir vóru synir Jósefs.
Tefillin
Menn í teimum ortodoksu sýnagogunum bera eisini tvær smáar
leðureskjur. Í teimum eru smáar rullur av pergamenti, har tvey tey
fyrstu brotini av Shemabønini eru skrivað á. Eskjurnar hava langar
reimar. Onnur eskjan verður bundin ovarlaga um vinstra arm, tó um
høgra um ein er vinstrahentur, og hon skal venda inn ímóti hjartanum.
Hetta skal minna á týdningin av at elska Gud. Hin eskjan skal vera mitt
á pannuni beint oman fyri hárgarðin. Hetta skal minna á eisini at elska
og tæna Gudi við góðum huga.
Matur
Mong jødisk húski nýta eina matarvegleiðing kallað Kosher, fyri at
vissa seg um, at allur matur, ið etin verður heima ella úti, er lógligur.
Eftir lógini má mjólk og mjólkarúrdráttur ikki verða tilgjørdur ella etin
saman við kjøti. Og tí hava tey eisini køksbúnýti, ið bert verða nýtt til
ávísan mat. Hetta kann eisini verða galdandi fyri vøsk og uppvaski-
maskinur. Eisini verður gingið høgt upp í at vaska sær um hendurnar á
rættan hátt, áðrenn farið verður til borðs.
Kosher:
er jødiska orðið fyri nakað, ið er
loyvt. Verður mest nýtt um, hvat
loyvt er at eta og drekka.
Hvat er kosher?
Reglurnar fyri kosher standa í
Toraini
• øll frukt og grønmeti
• alt, sum veksur á runnum,
trøum og í moldini
• fiskur við fjaðrum og roðslu,
t.d. toskur, laksur og sild
• djór, sum eta gras og annað
grønt, jótra og hava kleyvar,
t.d. neyt og seyður
• nakrir fuglar, t.d. høsn, dunnur,
gæs og kalkunir
Alt skal verða slaktað eftir ávísari
siðvenju fyri at vera kosher.
Í
3. Mós 11
er ein langur listi yvir
tey djór, ið etast kunnu.
FAKTA
Visti tú
Visti tú
at tað eru serliga útlærdir jødiskir
slaktarar, ið slakta júst eftir
forskriftunum í skriftini.
at Shemabønin er at finna í
5. Mós 6,4-9
trúarjáttan · innantanna · hárgarðin · køksbúnýti · roðslu · jótra
?
39