Kristni 7 - Næmingabók - page 30

Jødadómur
Søgan hjá jødadóminum gongur langt aftur í tíðina. Jødar trúgva á
ein
Gud, ið gjørdi sáttmála við ættfaðir teirra, Ábraham. Jødar nevna hann
eisini “faðir okkara Ábraham”.
Ábraham livdi um ár 2000 f.Kr. í býnum Ur í gamla Mesopotámia, nú
Irak. Ábraham var rættvísur og gudrøkin maður, og Gud helt hann vera
tann rætta at heita á til sínar ætlanir. Gud bað Ábraham savna ætt sína
og fara til eitt land, sum hann vildi vísa teimum á. Afturfyri skuldu
Ábraham og allir eftirkomarar hansara lova at trúgva á Gud og gera alt
tað, hann beyð teimum. Gud lovaði, at hann til allar tíðir vildi verja
Ábraham og allar eftirkomarar hansara. Soleiðis gjørdi Gud ein sáttmála
ella eina avtalu við tey, at tey vóru hansara fólk, og at hann vildi vera
Gud teirra.
Umleið 500 ár seinni endurtók Gud hendan sáttmálan, tá ið hann gav
Mósesi tey 10 boðini. Av hesum nevndu jødar hann “lærari okkara
Móses”. Í boðunum varð greitt staðfest, hvussu tey skuldu bera seg at
móti Gudi og ímóti hvørjum øðrum.
FAKTA
Ábraham og øll hansara livdu
sum nomadar ella flakkarar. Tey
ferðaðust úr einum staði í annað
við øllum, tey áttu, og tey búðu
í tjøldum. Søgan hjá jødum hevur
eisini mangan verið merkt av, at
tey hava verið noydd at flyta og at
stríðast fyri sínum rættindum.
ættfaðir · rættindum
?
Ur
Bábylon
Kittar
Damaskus
Rabbat
Jerúsalem
Sinai
Káran
F
e
r
ð
Á
b
r
a
h
a
m
s
30
I...,20,21,22,23,24,25,26,27,28,29 31,32,33,34,35,36,37,38,39,40,...134
Powered by FlippingBook