28
• Søgan um unga hermannin er helst frá 1778
• Hermenninir vóru staddir í Norðurafrika
• Tann ungi hermaðurin hevði eitt kortspæl í staðin fyri Bíbliu og
álmanakka
• Hermaðurin varð handtikin fyri at hava spælt kort í kirkjuni
• Dómarin var sera fyrikomandi og fríkendi hann
1. Setið tykkum í bólkar, 3-5 næmingar í hvørjum bólki. Havið eitt
kortspæl til hvønn bólkin. Ein verður valdur til dómara og kann
hyggja í bókina og staðfesta, um rætt er svarað.
Kortini verða løgd á borðið við ranguni uppeftir.
Eftir tørni verða tvey kort vend. Hava kortini ikki somu myndir,
fær tann næsti møguleikan at royna seg. Eru somu myndir á,
t.d. tvey tveyur ella tveir kongar, so skal viðkomandi siga, hvat
tveyuni ella kongurin minna okkum á eftir tí, sum ungi her
maðurin greiddi frá. Um rætt verður gitt, fær viðkomandi kortini í
sín bunka og heldur áfram at venda kortum. Verður ikki gitt rætt,
verða kortini vend við aftur og næsti sleppur framat.
Spælið er liðugt, tá ið eingi kort eru eftir á borðinum. Vinnari er
tann, sum hevur flest kort í sínum bunka. Stendur á jøvnum, kann
dómarin seta spurningar út frá álmanakkanum hjá hermanninum.
Tann, sum svarar oftast rætt, hevur vunnið.
2. Tit kunnu eisini sjálv finna aðrar mátar at spæla kortspælið hjá
unga hermanninum.
Søgan um unga hermannin er fleiri ferðir framførd. Tit kunnu fara
á internetið at leita eftir “Deck of Cards”.
3. Gerið eina føroyska framførslu.
Samandráttur
Uppgávur