tekstasløg
?
FAKTA
Orðið evangelium merkir gleðiboð.
Teir, ið skrivaðu evangeliini,
hildu, at frásagnirnar um Jesu
lív og læru vóru stór gleðiboð.
Tað var av stórum týdningi at fáa
hesi gleðiboð út til øll fólkasløg.
Skrivað varð á grikskum máli,
av tí at tey flestu, sum búðu við
Miðjarðarhavið skiltu grikskt.
Biblia Raamattu
Bibël Bybel Incil
Beibl Bibelen
Bible Sveto pismo
Bíblija Bijbel
Thán Bíobla Bibbia
Piibel Alkitab
Biblían Bibeln
Kinh Bíblian Bobbja
Í Gamla Testamenti finna vit allar tær søguligu keldurnar til kristnu
trúnna. Har finna vit eisini sera fjølbroytt tekstasløg: frumsøguna,
søgur, søguligar frásagnir, lógir, sálmar, orðtøk, profetiskar skriftir og
skaldskap á bundnum máli ella yrkingar.
Í Nýggja Testamenti verður greitt frá, hvat kristna trúgvin ber við sær.
Tekstirnir har eru meira líkir.
Jødar og kristin nýta Gamla Testamenti, men jødar kalla tað ikki Gamla
Testamenti. Bara tey kristnu hava Nýggja Testamenti við í Bíbliuni, har
evangelistarnir Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes siga frá Jesu lívi
og læru. Ein hin týdningarmesti boðskapurin í Nýggja Testamenti er, at
vit eiga at elska Gud og næsta okkara og at fyrigeva fíggindum okkara.
Evangeliini
Evangeliini eru tær fyrstu bøkurnar í Nýggja Testamenti, og tær vóru
av fyrstan tíð fortaldar og seinni skrivaðar niður av fólki, ið sjálv kendu
Jesus og livdu saman við honum. Jesus sjálvur hevur ikki skrivað nakað
av tí, ið stendur í Nýggja Testamenti, men tað eru vinir og lærusveinar
hansara, ið hava fest hetta á blað. Tað er óvist, hvør hevur skrivað
evangeliini, men rættiliga tíðliga í kirkjusøguni verða Matteus, Markus,
Lukas og Jóhannes settir í samband við evangeliini.
Kristnu skriftirnar
Visti tú
• at øll Bíblian er umsett til um
500 ymisk tungumál
• at partar av Bíbliuni eru um
settir til eini 2500
• at um 6000 ymisk tungumál
eru til í heiminum
18