Kristni 7 - Næmingabók - page 14

innrás · spáað um
?
S
á
u
l
D
á
v
i
d
S
á
l
o
m
o
n
P
r
o
f
e
t
a
r
14
Profetar
Millum fólkið valdi Gud sær profetar, ið høvdu til
uppgávu at vegleiða bæði fólkið og kongarnar.
Teir boðaðu miskunnsemi Guds, men eisini
revsing hansara. Serliga Jesajas lærdi um Guds
vilja við menniskjum, og at hann hevði eina
serstaka ætlan við ísraelsfólki. Av hesum fólki
skuldu øll menni­skju í verðini læra um Gud, og
í hesum fólkinum fór Gud at senda ein frelsara,
ein Messias.
Jødar bíða enn í dag eftir, at hesin Messias fer
at koma. Men tey kristnu trúgva, at Jesus Kristus
var tann Messias, sum profetarnir høvdu spáað
um. Kendastu profetarnir eru Jesaja og Jeramia.
Um ár 1000 f.Kr.
Dávid
Síðani gjørdist Dávid, hirðadrongurin, kongur.
Hann varð víðagitin. Eisini í Nýggja Testamenti
verður hann nevndur í sambandi við Jesu føðing.
Dávid er kendur sum ein góður kongur, tó at hann
ikki altíð livdi, sum Gud vildi. Og tað gjørdi sonur
hansara, Sálomon, ið tók við eftir hann, heldur
ikki. Hann byrjaði sum ein góður kongur, men fór
seinni burtur frá Gudi.
Um ár 1050 f.Kr.
Sául
Ísraelsfólk búsettust so í landinum, men tey møttu
stórari mótstøðu, og fleiri bardagar vóru millum
teirra og fólkið í landinum og eisini við granna­
tjóðirnar. Gud var kongurin í lívi teirra, men so
við og við búnaðist tankin um ein jarðiskan kong.
Fyrsti kongur teirra gjørdist Sául.
Um ár 950 f.Kr.
Sálomon
Gudi til heiðurs bygdi Sálomon templið í
Jerúsalem. Men seinni í lívinum dyrkaði hann
aðrar gudar, og hetta førdi til, at landið – Ísrael
– fór í tvíningar. Seinni gjørdi Nebukadneser
kongur í Bábelon innrás í landið. Templið varð
lagt í oyði, og meginparturin av fólkinum varð
flutt til Bábylon.
I...,4,5,6,7,8,9,10,11,12,13 15,16,17,18,19,20,21,22,23,24,...134
Powered by FlippingBook