Kristni 7 - Næmingabók - page 20

fullkomin · ómak
?
Evangelistarnir
Matteus
Matteus arbeiddi fyri rómverjar. Hann kravdi inn skatt.
Fólki dámdi ikki væl at gjalda skatt til rómverjar, og tí
var Matteus illa lýddur. Jesus bar eyga við Matteus, har
hann sat og arbeiddi, og kallaði hann til læru­svein sín.
Matteus fór frá øllum og fylgdi honum.
Markus
Markus var ungur maður, tá ið hann hitti Jesus. Markus
vildi fegin boða fólki, at Jesus var tann Messias, sum
bíðað varð eftir. Í Mark 1,15 lesa vit:
Tíðin er fullkomin, og
Guðs ríki er í nánd! Vendið um og trúgvið gleðiboðskapinum.
Lukas
Lukas var lækni. Hann virkaði og ferðaðist saman við
Paulusi. Hann gjørdi sær stóran ómak at kanna alt um
Jesus og lív hansara. Eisini skrivaði hann um tær fyrstu
samkomurnar. Hann royndi at skriva á ein slíkan hátt, at
øll skiltu kristnu trúnna. Lukas tosaði grikst mál.
Jóhannes
Jóhannes og beiggi hansara Jákup vóru fiskimenn, tá ið
Jesus kallaði teir til lærusveinar. Jóhannes stóð Jesusi
serliga nær. Seinni gjørdist hann ein av leiðarunum í
samkomuni. Jóhannes skrivaði Jóhannesarevangeliið og
fleiri brøv. Hildið verður, at hann eisini hevur skrivað
Opinberingina. Tó eru ikki allir bíbliugranskarar samdir
um tað.
20
I...,10,11,12,13,14,15,16,17,18,19 21,22,23,24,25,26,27,28,29,30,...134
Powered by FlippingBook