gitin · til ampa · íðin
?
Tær fyrstu samkomurnar
Nógvar kristnar samkomur vórðu settar á stovn í
londunum við Miðjarðarhavið. Paulus var ein av
teimum, ið var serliga íðin á hesum øki. Hann og
aðrir skrivaðu brøv til hesar samkomur. Í hesum
brøvum góvu teir góð ráð um, hvussu tey kristnu
skuldu liva og virka, og fortaldu teimum um
Jesus, Guds son. Nøkur av hesum brøvum eru at
finna í Bíbliuni.
E
n
d
i
n
,
e
i
n
n
ý
g
g
j
j
ø
r
ð
J
e
s
u
s
T
æ
r
f
y
r
s
t
u
s
a
m
k
o
m
u
r
n
a
r
Kap. 1 - Um Bíbliuna
15
Mong ár seinni varð ein drongur føddur inn í ætt Ábrahams, Jákups og Dávids. Navn hansara
var Jesus. Hann var føddur av eini kvinnu, Mariu, og var sostatt eitt menniskjabarn.
Bíblian greiðir frá, at hann eisini var Guds sonur. Hann var gitin av heilagum anda. Jesus
er heimsins frelsari, og við honum gerst Bíblian aftur ein søga um øll heimsins menniskju
og ikki bert søgan hjá einari ætt.
Nýggja Testamenti
Jesus
Jesus varð føddur í einum fjósi og vaks upp hjá
Mariu og Jósef í Nasaret. Sum vaksin varð hann
doyptur av Jóhannesi doyparanum, og heilagi
andin kom yvir hann. Hann fekk 12 lærusveinar,
og við teimum ferðaðist hann um landið. Hann
grøddi sjúk, vakti deyð til lívs og prædikaði um
Guds kærleika og ætlan hansara við menniskjum,
um Guds ríki og um gudstrúnna.
Tað, Jesus segði og gjørdi, var til ampa fyri
teir ráðandi bæði politiskt og átrúnaðarliga.
Tí varð hann dripin. Men tríggjar dagar seinni
reis hann upp frá deyðum og vísti seg aftur fyri
lærusveinum sínum.
Fjøruti dagar eftir uppreisnina fór Jesus til
himmals. 10 dagar seinni kom heilagi andin yvir
lærusveinar hansara. Teir fingu nýggja megi at
fara út at fortelja øllum menniskjum um Jesus,
og at hann er Guds sonur. Mong tóku við trúgv,
lótu seg doypa og gjørdust kristin.
Endin, ein nýggj jørð
Aftast í Bíbliuni er Jóhannesar Opinbering. Í
Opinberingini lesa vit um ein nýggjan himmal og
eina nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyr
ra jørðin eru farin til grundar. Tá fer alt at verða,
sum Gud av fyrstan tíð ætlaði, fullfíggjað og sera
gott.