Um Bíbliuna
Bíblian er heimsins mest lisna bók og verður tí eisini kallað Bókanna
bók. At síggja til líkist hon øðrum bókum, men kanna vit gjøllari, síggja
vit, at hon er heilt ólík øðrum bókum.
Grundin til tað er, at Bíblian er ikki ein bók, men nógvar bøkur, 66 til
samans. Orðið “Bíblia” er grikskt og merkir bók. Vit kenna eisini orðið
“bibliotek”, ella bókasavn, og sigast kann, at Bíblian er eitt bókasavn.
Bøkurnar eru sera ymiskar, t.d. eru lógir, søgur, kensluborin skald
skapur, orðtøk, dagbøkur, sálmar og brøv at finna í Bíbliuni.
Bíblian er í tveimum pørtum, Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti.
Í Gamla Testamenti eru 39 bøkur og í Nýggja Testamenti eru 27 bøkur.
Í fyrstuni vóru tær elstu skriftirnar í Bíbliuni sagdar munn av munni frá
ættarliði til ættarlið. Men so við og við vórðu tær skrivaðar niður.
Mong ymisk fólk hava skrivað Bíbliuna. Tað er ikki lætt at siga, hvussu
gamlar kristnu skriftirnar eru, og tey, ið royna at seta árstøl á, eru ójøvn
á máli. Hildið verður, at tær elstu skriftirnar eru skrivaðar um ár 1000
f.Kr.
Gamla Testamenti greiðir frá søgu ísraelsmanna í mong hundrað ár.
Nýggja Testamenti lýsir eitt tíðarskeið um 60 – 100 ár, har vit serliga
lesa um Jesus og tíðina eftir hann. Samanumtikið er tað eitt savn av
bókum, ið eru skrivaðar í okkurt um 1000 ár og møguliga longur.
Men tað, sum eisini ger Bíbliuna til nakað serligt, er, at hóast hon á ein
hátt er gomul, so er hon eisini ein viðkomandi bók, ið viðger nøkur
grundleggjandi viðurskiftir, sum vit menniskju liva undir nú og til allar
tíðir, lív og deyða, gleði og sorg, eydnu og óeydnu, iva og trúgv, hatur
og fyrigeving, øvund og kærleika. Vit kunnu altíð sammeta okkum við
persónar í Bíbliuni og kanska á tann hátt betur skilja okkara umstøður
og gerandisdag.
FAKTA
Testamenti merkir sáttmáli.
Í Gamla Testamenti er tað sátt
málin millum Gud og jødafólkið.
Í Nýggja Testamenti er tað ein
nýggjur sáttmáli millum Gud og
menniskju, við Jesusi.
skaldskapur · ættarlið · grundleggjandi viðurskifti
?
8