5
Kristni 7
er grundbók í kristni til 7. flokk. Bókin er ætlað sum grundar
lag fyri frálæruni í kristni í framhaldsdeildini.
Kristni 7
viðger kristnu skriftirnar við einum søguligum baksýni.
Greitt verður frá, hvussu kristindómurin breiddi seg um lond til og
við trúbótina. Soleiðis áttu næmingarnir at fingið eina hóming av søgu
kirkjunnar, og harvið betur skilt tað tilfar, sum umboðar nútíðina.
Eisini viðger
Kristni 7
fremmandan átrúnað. Námsætlanin fyri kristni
sigur, at fremmandur átrúnaður skal vera við í undirvísingini í barna
skúlanum. Í
Kristni 7
hava vit valt at arbeiða við jødadómi og islam.
Jødadómur, kristindómur og islam eru viðgjørd eftir sama leisti, so til
ber at samanbera hesar átrúnaðir.
Kristni 7
er ein tekstbók við myndatilfari. Tað er týdningarmikið at kunna
seg væl við tekstin og tað myndatilfar, sum er á hvørji síðu. Niðast á
síðuni eru orð, sum lærarin kannar, um næmingarnir skilja. Hetta er
gott at gera, av tí at tað kann hava týdning fyri, um næmingurin skilir
heildina. Frágreiðing til orðini er aftast í næmingabókini. Eftir hvørt
kapittul er ein samandráttur, spurningar og uppskot til uppgávur.
Faktaboksir eru, sum greiða frá orðum, fyribrigdum og øðrum. Rútarnir
“Visti tú” eru at meta sum lætt ískoyti, men góðir at kunna seg við. Lærarin
ger sjálvur av, um hann tekur alt við ella velur burtur úr rúgvuni.
Tað er upp til hvønn einstakan lærara, hvussu hann leggur sína frálæru
til rættis. Men tað, vit hava hugsað við tilfarinum, er at geva næming
unum eina vitan, samstundis sum vit leggja upp til at fáa samrøðu í lag
lærara og næming ímillum og eisini næmingarnar sínámillum.
Í læraravegleiðingini er eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess,
og uppgávur eru á
.
Charlotta Thorsteinsson
og
Paulina Andreasen
Formæli