fylgisveinunum
?
S
k
a
p
a
n
i
n
S
y
n
d
a
f
a
l
l
i
ð
K
á
i
n
o
g
Á
b
e
l
N
ó
a
ø
r
k
12
Káin og Ábel
Skjótt frætta vit um fyrsta drápið. Tað hendi, tá
Káin, sonur Ádam og Evu, drap beiggja sín, Ábel,
og mátti flýggja. Ádam og Eva fingu fleiri børn,
og eftirkomarar teirra nørdust og fóru í allar ættir
á jørðini.
Nóa ørk
Menniskju skikkaðu sær ikki, sum Gud vildi, og tí
sendi Gud mikla vatnflóð. Hann bað Nóa byggja
eina ørk. Soleiðis kom hann undan við húski
sínum og teimum djórum, tey høvdu
við sær.
Bábelstornið
Síðani vaks fólkatalið aftur, og so fóru tey undir at
byggja eitt torn, ið skuldi røkka upp til himmals.
Men Gudi dámdi ikki hesa ætlan, og hann fløkti
tungumál teirra. So bar heldur ikki til hjá teimum
at vera saman. Tey spjaddust í allar ættir á jørðini.
Gamla Testamenti
Frumsøgan
Søgurnar um skapanina, syndafallið, Káin og Ábel, Nóa ark og Bábelstornið eru at finna
í 11 teimum fyrstu kapitlunum í Bíbliuni, og verða tær eisini nevndar frumsøgan.
Skapanin
Í fyrstuni
..., soleiðis byrjar Bíblian. Tað allarfyrsta
er sostatt, at Gud skapar heimin við himmali,
jørð, stjørnum, sól, mána, djórum, plantum og
menniskjum. Menniskjað varð skapað sum maður
og kvinna og í Guds mynd.
Syndafallið
Tey bæði fyrstu menniskjuni, Ádam og Eva, búðu
í urtagarðinum Eden. Har kundu tey eta av øllum
trøum uttan kunnleikans træi. Men ormurin
lokkaði tey at gera ímóti boðum Guds. Nú, tey
dugdu at skyna á góðum og illum, sluppu tey ikki
longur at verða í urtagarðinum, tí so fingu tey
kanska hug at eta av lívsins træi og komu at liva
um ævir.
Gud rak tey út úr urtagarðinum – inn í heimin
– har heilt aðrar umstøður vóru galdandi. Tey
máttu stríða og streva fyri at fáa mat í munnin,
og deyðin varð eisini ein av fylgisveinunum. Tey
fingu somu umstøður, vit í dag liva undir. Men
eisini uttan fyri Eden var Gud við teimum.