Kristni 7 - Næmingabók - page 10

FAKTA
H
óast Bíblian er sett saman av nógvum bókum, er hon eisini ein saman­
hangandi frágreiðing og søga. Har er byrjan, innihald og endi. Sum
heild kunnu vit siga, at hon er um Gud og menniskju og um sambandið
millum menniskju.
Søgan byrjar við Gamla Testamenti. Har hoyra vit um, hvussu Gud
skapaði heimin og menniskjuni. Síðani fylgja vit serliga Ábrahami og
ætt hansara, ísraelsfólki, ið Gud hevði útvalt at vera sítt fólk.
Nýggja Testamenti er annar partur av søguni. Har lesa vit um tær
kristnu høvuðs­hendingarnar. Vit lesa um Jesu lív, deyða og uppreisn
og um tær fyrstu kristnu samkomurnar. Nýggja Testamenti og soleiðis
Bíblian endar við eini opinbering um, hvussu Gud einaferð skal vinna á
deyða og óndskapi og skapa nýggjan himmal og nýggja jørð.
Bókarullur
Upprunaliga var Gamla Testamenti skrivað á hebraiskum máli og
Nýggja Testamenti á grikskum máli. Einki av uppruna handritunum
er til skjals í dag, men hópur av gomlum avritum er at finna. Avritini
eru skrivað á papýrus, skinn ella pergament, og eru tey ymisk í longd
og innihaldi. Hesi avrit eru gjørd antin sum bókarullur ella sum bøkur.
Tær 39 bøkurnar í Gamla Testamenti vórðu upp­runaliga skrivaðar á
bókarullur av papýrusi. Í hvørjari bókarullu var avmarkaður partur av
skriftini, tí annars kundu hesar rullur gerast ov tungar og óhandigar.
FAKTA
Opinbering er ein vøkur sjón, ella
ein boðskapur frá Gudi.
Gamlar skrivligar keldur
Pottabrot
Leir
Papýrus
Talvur
Pergament
handritunum · til skjals · óhandigar
?
10
I...,II,1,2,3,4,5,6,7,8,9 11,12,13,14,15,16,17,18,19,20,...134
Powered by FlippingBook