Kristni 7 - Næmingabók - page 19

Kap. 2 - Kristnu skriftirnar
serstakt · nærlagdur · hugflogi
?
Matteusevangeliið
Evangeliið eftir Matteus varð liðugt skrivað um ár 80 e.Kr. Har lesa vit,
at Jesus fór niðan á eitt fjall at halda talu, Fjallataluna. Í Fjallataluni
finna vit faðirvár, sum er bønin, ið Jesus lærdi lærusveinar sínar at biðja.
Her koma eisini høvuðstankarnir í læru hansara fram:
• alt tað, tú vilt onnur skulu gera ímóti tær,
skalt tú gera ímóti teimum
• hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, tá ið tú
ikki sært bjálkan í tínum egna?
• um nakar slær teg á høgra kjálka, so vend honum vinstra.
Markusevangeliið
Evangeliið eftir Markus er skrivað um ár 70 e.Kr. og er tað elsta av
teimum fýra evangeliunum. Hildið verður, at tað er Markus, ið
hevur skrivað, men vit vita tað ikki við vissu. Í øllum førum hevur hesin
persónur staðið Jesusi nær og hevur kent hann og lærusveinar hansara
væl. Markus var vinmaður Pæturs, Jesu lærusvein.
Lukasevangeliið
Evangeliið eftir Lukas er skrivað um ár 80 e.Kr. Í fyrsta og øðrum kapitli
finna vit jólaevangeliið. Maria er við barn. Hon hevur jú ikki verið
saman við nøkrum manni, so hetta er eitt heilt serstakt menniskjabarn,
sum borið verður í heim hesi fyrstu jólini. Lukas tekur serliga fram
leiklutin hjá kvinnum og Jesu boðskap til fátøk og syndarar. Hann var
eisini sera nærlagdur í tí, hann skrivaði.
Jóhannesevangeliið
Evangeliið eftir Jóhannes er skrivað um ár 100 e.Kr. Heldur ikki
her vita vit við vissu, hvør skrivað hevur. Hildið verður, at tað er
Jóhannes. Hetta evangeliið er eitt sindur øðrvísi skrivað enn tey trý
fyrstu. Frásagnirnar eru nærum tær somu sum í teimum fyrru, men
raðfylgjan er øðrvísi, og skrivihátturin er meira skaldsligur, merktur av
hugflogi og kenslum.
Faðir vár,
tú, sum ert í himnum!
Heilagt verði navn títt;
komi ríki títt; verði vilji tín,
sum í himni so á jørð;
gev okkum í dag
okkara dagliga breyð;
og fyrigev okkum syndir okkara,
so sum vit eisini fyrigeva teimum,
ið móti okkum synda;
og leið okkum ikki í freistingar;
men frels okkum frá tí illa;
tí at títt er ríkið,
valdið og heiðurin
um allar ævir!
Amen
19
I...,9,10,11,12,13,14,15,16,17,18 20,21,22,23,24,25,26,27,28,29,...134
Powered by FlippingBook