22
Bíblian sigur okkum:
• hvør Gud er
• hvat hann hevur gjørt
• søguna um fólkið, Gud valdi sær
• um Jesu lív, læru og deyða
• um tær fyrstu samkomurnar
• um grundleggjandi viðurskiftir í lívi okkara: lív og deyða, gleði
og sorg, óndskap og eydnu, iva og trúgv, hatur og fyrigeving,
øvund og kærleika
Í Gamla Testamenti eru nógvir og fjølbroyttir tekstir um Gud og
menniskju og samfelag Guds við Ísrael.
Í Nýggja Testamenti finna vit alt tað grundleggjandi um kristnu
trúnna:
• tey 4 evangeliini eftir Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes
• Ápostlasøguna, har vit hoyra um ta fyrstu tíðina eftir Jesu
deyða og uppreisn
• brøvini um, hvussu kristna lívið skal livast
• Opinberingina, sum er um framtíðarvónirnar
1. Hvør hevur skrivað tey flestu brøvini í Nýggja Testamenti?
2. Hvør hevur skrivað tey fýra evangeliini?
3. Lesið 2. Mós 20,1-17.
4. Lesið Matt 5-7.
5. Prátið um, hvussu Jesus á ein nýggjan hátt greinar “Hini 10
boðini” í “Fjallataluni”.
6. Hvat líkist, og hvat er øðrvísi?
Samandráttur
Uppgávur