Visti tú
at í Ísrael er hebraiskt høvuðs
málið hjá jødum. Í skúlanum læra
børnini eisini arabiskt og enskt.
Triði parturin eru Skriftirnar. Har eru ymiskir tekstir, og fleiri teirra
viðgera søgu jødanna. Ein partur, ið verður nógv nýttur, er Sálmarnir.
Sálmarnir eru 150 í tali, og hóast teir ofta verða nevndir Dávids sálmar,
hevur Dávid kongur helst ikki yrkt teir allar. Har eru ymisk sløg av
sálmum, t.d. takkarsálmar, bønarsálmar, lovsálmar og signingar. Enn í
dag nýta jødar hesa sálmabók. Nógvir sálmar og sangir eru yrktir burtur
úr Dávids sálmum.
Jødar hava eisini aðrar heilagar skriftir. Ein av teimum er Talmud, ið
kann samanlíknast við eina alfrøði um Tanak. Hesar skriftir verða nógv
nýttar, tá ið roynt verður at granska og gera seg kunnugan við jødisku
bíbliuna.
Jødiskar trúargreinar
Tað eru ymiskar trúargreinar innan jødisku trúnna. Tey, ið leggja stóran
dent á at liva eftir tí, ið stendur í Toranini, kallast ortodoksir jødar.
Tey ganga ílatin, gera mat og halda alt, sum skriftin áleggur teimum.
Tey, ið ikki leggja so stóran dent á tað, ið skrivað stendur og eru meira
broytingarsinnað, kallast reformertir jødar. Tað eru eisini aðrar greinar
av jødadóminum. Allir jødar eru tó samdir um, at tey 10 boðini enn eru
galdandi. Men av øllum lógum og reglum er tað tó ein, ið skarar framúr:
Tú skalt elska næsta tín, sum sjálvan teg.
Hetta boð er heldur ikki ókent í
øðrum átrúnaðum.
signingar · broytingarsinnað · skarar framúr
?
FAKTA
Tá lisið verður í Toraini, verður
nýttur ein peikipinnur, so ikki
verður nortið við rullurnar. Ofta
er hesin úr silvuri.
Ortodoksir jødar.
Ungir jødar.
32