Kap. 4 - Jødadómur
Sýnagogur
Sýnagogan hevur eisini sera stóran týdning fyri trúarlívið hjá jødum.
Sýnagogur eru í dag at finna í mongum londum, har jødar hava sett
búgv. Sjálvur byggihátturin er ofta merktur av staðnum ella tíðini, men
sjálvur bygningurin og innrættingin minnir um templið í Jerúsalem.
Flestu sýnagogur hava eina dávidsstjørnu á vegginum uttanfyri, og ofta
eru hebraisk skrifttekn oman fyri høvuðsdyrnar.
Innast í sýnagoguni er eitt serstakt skáp ella lítið rúm, ið verður kallað
”Tann Heilaga Ørkin”. Ørkin er sum oftast á einum veggi, ið vendir
ímóti Jerúsalem. Skriftrullurnar verða goymdar í ørkini. Har lýsir altíð
ein lampa, ”tað æviga ljósið”, til minnis um templið í Jerúsalem.
Í øllum sýnagogum hanga tvær talvur við teimum 10 boðunum
skrivaðum á hebraiskum máli. Sum oftast hanga talvurnar oman fyri
Ørkina. Ein rabbini stendur fyri gudstænastuni. Umframt tað skal
hann ráðgeva og vegleiða, um limir hava brúk fyri tí. Ofta er eisini ein
Dávidsstjørnan er eyðkenni fyri
jødadómin. Dávid, ið var kongur
í 900-talinum f.Kr., varð hildin at
vera mætasti kongur jødanna.
Myndaforboð:
ongar myndir og høggmyndir eru at
finna í sýnagogunum.
FAKTA
Sýnagoga í Sofia í Bulgaria.
skrifttekn · rabbini
?
35