Kap. 4 - Jødadómur
einføld, tí jødar halda, at rík og fátøk skulu fáa somu viðferð. Í deyðanum
eru øll líka fyri Gudi. Á jødiskum kirkjugørðum líkjast allar gravirnar.
Ofta liggja gravsteinarnir niðri. Summir jødar hava tann sið, at steinurin
stendur uppi tað fyrsta árið og verður síðani lagdur niður. Onnur ganga
ikki so høgt upp í tað. Tá ið skyldfólk vitja grøvina, leggja tey ein lítlan
stein eftir seg.
Tann deyði verður vaskaður og vandaliga latin í hvítt klæði. Menn fáa
av og á eisini biðisjalið um seg. Tann deyði verður antin lagdur í kistu
ella beint í jørðina. Tey nærmastu kasta ofta fyrstu spakarnar av jørð á
grøvina. Hetta skal hjálpa teimum at síggja, at deyðin er endaligur.
Eftir jarðarferðina halda tey nærmastu seg við hús í sjey dagar, og farið
verður hvørki til arbeiðis ella í skúla. Tey biðja eina serstaka syrgibøn, ið
eisini verður endurtikin ársdagin fyri andlátið, tá ið tey eisini tendra eitt
ljós at minnast tann deyða. Tað tærir upp á kreftirnar at syrgja, tí skulu
tey halda seg heima uttan at hugsa um annað. Skyldfólk og vinir kunnu
fylgja við, um okkurt er, ið teimum tørvar, ella verða saman við teimum.
Útbreiðsla
Nógvir jødar, ið vóru riknir úr Ísrael ella tiknir til fanga av ymsum her-
setingarvaldum, komu ongantíð heim aftur. Serliga var tað við Mið-
jarðarhavið, hesir settu búgv. Teir hildu tó fast við jødisku trúnna og teir
siðir, ið vóru knýttir at henni. Teir bygdu eisini sýnagogur, og ofta komu
eisini heidningar við til gudstænastur, og tóku teir eisini við jødiskari
trúgv.
Soleiðis varð jødadómurin kendur í mongum londum og kom at slóða
vegin fyri kristindóminum, serliga í londunum um Miðjarðarhavið.
Jødiskur kirkjugarður í Jerúsalem í Ísrael.
Jødiskur kirkjugarður í Krakov í Póllandi.
viðferð · vandaliga · hersetingarvaldum
?
43