Kristni 7 - Næmingabók - page 37

Kap. 4 - Jødadómur
Jødiskar kvinnur og jødiskir menn eru javnsett, tá talan er um arbeiði,
inntøku, húsligt arbeiði: reingerð, matgerð og barnaansing. Men í
trúarligum ritualum hava kvinnur og menn ymiskar leiklutir. Mamman
t.d. tendrar ljósini, meðan pápin vælsignar tey bæði flættaðu breyðini.
Breyðini ímynda ta dupultu nøgdina av manna, ið Gud hevði boðið
fólkinum at savna fríggjadagar, meðan tey vóru í oyðimørkini á veg til
tað lovaða landið.
Høgtíðir
Tá ið templið stóð, fóru jødar tríggjar ferðir um árið niðan til Jerúsalem.
Tey høvdu offurgávur við til templið og prestarnar. Tað var til høgtíðina
pesach, páskahátíðina, ið varð hildin 7 dagar um várið, og har tey eisini
offraðu eitt lamb framman fyri templið. Onnur høgtíðin var shavout,
hvítusunnan, ið varð hildin sjey vikur eftir páskahátíðina, sum tøkk fyri
Toraina, og sum tøkk fyri ársins fyrstu grøði. Tann triðja stóra høgtíðin
var sukkot, leyvsalshøgtíðin, sum var ein heyst­veitsla, ið varð hildin 7
dagar um heystið til minnis um ferðina gjøgnum oyðimørkina og sum
takkarhøgtíð fyri tað, ið heystað var.
Enn í dag halda jødar fleiri høgtíðir og minnisdagar.
Pesach
Jødisku páskirnar eru ein stór høgtíð,
sum verður hildin um várið. Hendan
høgtíðin verður hildin til minnis um,
at tað eydn­aðist Gudi við tænara sínum
Mósesi at leiða fólkið úr trældóminum í
Egyptalandi til tað lovaða landið, Kánaan-
land. Undir gudstænastuni verður lisið
tað brotið úr Toraini, ið fortelur, hvussu
hetta fór fram. Maturin, ið verður gjørdur
til páskamáltíðina, ímyndar ymiskt frá
tíðini í træl­dóminum í Egyptalandi.
Shavout
Jødiska hvítusunnan verður enn hildin til minnis um lóggávuna á
Sinai fjalli og sum tøkk fyri grøðina. Sýnagogurnar verða prýddar við
blóm­um á sama hátt, sum Gud prýddi Sinai fjallið, tá hann gav teimum
Toraina. Hesa høgtíð eta tey ofta mat við mjólkarúr­drátti í t.d. osta­kaku.
ritualum · offurgávur · grøði · lóggávuna · mjólkarúrdrátti
?
Eingin veit við vissu, hvat manna
er. Tað kann hava verið storknað,
sukurmikil sevja, sum stavar frá
eini lús, sum sýgur oyðimarkar­
plantuna Ta-marix mannijera.
Pesach merkir at ganga framvið.
Í
2. Mós 12
lesa vit um deyðs­
eingilin, ið gekk fram við durunum
hjá jødum ta náttina, tey riggaðu
til at fara úr Egyptalandi.
FAKTA
FAKTA
37
I...,27,28,29,30,31,32,33,34,35,36 38,39,40,41,42,43,44,45,46,47,...134
Powered by FlippingBook