Kap. 4 - Jødadómur
harradøminum · toftirnar · bønarlepar
?
Jerúsalem
Jerúsalem er heilagi býurin hjá jødum. Templið í Jerúsalem var staðið,
har jødar hildu seg kunna tilbiðja Gud av heilum huga.
Tað fyrsta templið læt Sálomon kongur byggja í árinum 960 f.Kr.
Í árinum 586 f.Kr. løgdu bábylonar templið í oyði, og fólkið varð tikið
til fanga og ført til Bábylon sum trælir. Í 70 ár vóru tey í útlegd. Men
tá ið tey komu aftur til Jerúsalem, bygdu tey templið upp av nýggjum.
Í seinastu øldini f.Kr. gjørdist landið partur av Rómverjaríkinum. Um
ár 70 e.Kr. gjørdu jødar uppreistur ímóti rómverska harradøminum.
Uppreisturin varð bardur niður. Rómverjar fóru inn í templið og løgdu
tað í oyði. Eldur varð settur á, og tempulprýðið varð flutt til Róm. Hesin
dagur er jødum minniligur, og ortodoksir jødar biðja hvønn dag um, at
templið verður bygt uppaftur.
Einasti partur av templinum, ið eftir stendur, er Vesturmúrurin, eisini
nevndur Grátimúrurin, sum er toftirnar av templinum, ið varð lagt í
oyði í árinum 70. Jødar koma hagar at biðja. Teir stinga smáar bønar-
lepar inn í rivurnar ímillum steinarnar í múrinum, samstundis sum teir
syrgja, tí einki tempul er til longur.
Har templið einaferð stóð, stendur í dag ein moska. Moskan á tempul-
plássinum er heilag hjá muslimum. Teir trúgva, at tað var har, Ábraham
ætlaði at ofra son sín Ísak.
Jerúsalem hevur eisini stóran týdning hjá kristnum, av tí at stórur partur
av Jesu lívi er knýttur at Jerúsalem.
Jødar biðja við Grátimúrin í Jerúsalem í Ísrael.
Klettamoskan í Jerúsalem. Moskan stendur har
templið hjá jødum einaferð stóð.
33