Kristni 7 - Næmingabók - page 34

Heimið
Heimið hevur stóran týdning, tá talan er um at liva sum jødi. Tað er í
heiminum, at allar siðvenjurnar verða førdar víðari til børnini og tey
ungu. Frá trý ára aldri taka børnini lut í øllum átrúnaðarligum siðum.
Har verða tær gomlu frásagnirnar fortaldar, har verður sungið og biðið.
Har verða máltíðir, veitslur og høgtíðir fyriskipaðar. Meginparturin
er grundfestur í søgu jødanna og hevur síni eyðkenni haðani. Men í
jødisku familjuni verða tey eisini lærd at æra foreldrini og eldri fólk, at
hjálpa teimum, ið treingja, at vera gestablíð, at vitja sjúk og ikki at slatra
og tosa ilt um onnur.
Mezuzain
Við høvuðsdyrnar í einum jødiskum heimið er ofta heft eitt lítið hylki.
Tað er eitt verndarhylki, mezuzain, og í tí er ein lítil pappírsrulla við
orðum úr Toraini, Shema:
Hoyr, Ísrael, Harrin, Guð vár, Harrin er einastur!
Hesi orð eru sera týdningarmikil og eru partur av bæði morgun- og
kvøldbønini. Tá farið verður inn gjøgnum dyrnar, verður nomið við
verndarhylkið við fingrasnippunum, og síðani verða fingrarnir mussaðir.
Við hesum vísa tey, at tey ikki ivast í, at Gud er til.
Jødisk orðatøk
Ein býttlingur sigur tað, hann veit,
ein klókur maður veit, hvat hann sigur.
Gud gav menniskjum ein munn og
tvey oyru, fyri at tey skulu lurta dupult
so nógv, sum tey tosa.
Døm ongantíð menniskju,
áðrenn tú hevur staðið í teirra stað.
FAKTA
Við høvuðsdyrnar í einum jødiskum
heimi er ofta heft eitt lítið hylki.
Tað er eitt verndarhylki, mezuzain.
Í hylkinum eru orð úr Toraini –
Shema. Tey nema við hylkið og
mussa fingrasnipparnar fyri at
vísa, at tey eru Gudi lýðin.
siðvenjurnar · grundfestur · treingja · hylki
?
Seder, máltíð, sum verður hildin fyrsta kvøldið í
sambandi við jødisku páskirnar.
34
I...,24,25,26,27,28,29,30,31,32,33 35,36,37,38,39,40,41,42,43,44,...134
Powered by FlippingBook