Lívshátíðir
Føðing
Er eitt dreingjabarn føtt, skal hann umskerast áttanda dagin. Hetta er
fyri at staðfesta, at hann nú eru undir sama sáttmála sum Ábraham, ætt
faðir teirra, ið eisini læt Ísak, son sín, umskera áttanda dagin.
Er barnið ein genta, verður hon borin fram í sýnagoguni fyrsta sabbats-
dag eftir føðingina. Pápi gentuna verður biðin at koma upp, har skápið
við Torarullunum stendur, at siga, hvussu gentan skal eita.
Summir jødar geva børnum sínum tvey nøvn, eitt hebraiskt og eitt, ið er
meira vanligt í landinum. Aðrir jødar geva barninum bert eitt hebraiskt
navn.
Skiftið til vaksnamannalívið
Gentur verða hildnar at vera vaksnar, tá ið tær eru 12 ára gamlar,
og dreingir, tá teir eru 13 ára gamlir. Tey skulu nú halda boðini í
Toraini. Vanligt hevur verið, at tey fáa frálæru í Toraini fyri at gerast
“Bar Mitzva”, ið merkir sonur at boðunum, og hjá gentum “Bat Mitzva”,
ið merkir dóttir at boðunum. Við eitt hátíðarhald í sýnagoguni skulu
tey lesa úr Toraini – á hebraiskum máli og svara spurningum frá
rabbinaranum. Síðani verður stór veitsla hildin. Dreingirnir kunnu nú
luttaka í gudstænastunum á jøvnum føti við menninar og verða taldir
upp í teir 10, ið er talið, ið krevst fyri at halda gudstænastu.
FAKTA
Umskering er ein lítil skurður, ið
verður gjørdur av einum lækna ella
av øðrum, ið er lærdur á økinum.
Forhúðin á kynsliminum verður
skorin burtur. Drongurin fær ikki
so ilt, tí kenslunervarnar eru ikki
fult mentar hjá so lítlum børnum.
Og átta dagar seinni er sárið lekt.
Ungur drongur lesur úr Toraini í sambandi við Bar Mitzva.
40