Kristni 7 - Næmingabók - page 38

Purim
Um summarið hátíðarhalda tey Purim. Henda høgtíð verður hildin
til minnis um Ester drotning. Hon var gift við persiska konginum
Áhasverus, ið var óvitandi um, at Ester var jødi. Kongur hevði ein ráð-
geva, ið æt Háman. Boð vóru givin um, at øll skuldu falla á knæ fyri
Hámani. Men tað vildi Mordokai ikki. Hann var fosturpápi Ester, og
sum jødi vildi hann bara falla á knæ fyri Gudi. Tá Háman sá hetta,
gjørdist hann í øðini og fekk kongin at senda boð út um landið, at allir
jødar skuldu verða tiknir av døgum.
Men tað eydnaðist Ester at yvirtala Áhasverus kong at broyta hesa ætlan.
Háman varð sjálvur hongdur í gálgan, hann hevði ætlað Mordokai.
Sukkot
Hendan høgtíð verður eisini kallað leyvsalshøgtíðin. Ofta byggja tey
sær smáttur av leyvi, sum tey so eta í ella halda til í meginpartin av
teimum sjey døgunum, høgtíðin varir. Hetta skal minna tey á, hvussu
jødar búðu á heimferðini úr Egyptalandi, men eisini á tær smáttur, ið
bøndur bygdu um heystið, fyri at vera so nær markini sum gjørligt.
Nógv heingja nakað av tí, ið heystað er, upp undir loftið í leyvsmáttuni,
t.d. hveiti, bygg, vínber, olivin, granatsúrepli, dadlur og fikur.
Chanukah
Í desember mánaði verður hildin
ljósveitsla, ið kallast Chanukah.
Tað kemur av orðinum at víga, og
veitslan verður hildin til minnis
um endurvígsluna av templinum.
Henda høgtíðin varir í átta dagar.
Tá verður tann áttaarmaði ljósa­
stakin tendraður til minnis um
eina hending í Jerúsalem í árin­
um 165 f.Kr. Jødiska fólkið hevði
gjørt uppreistur ímóti grikkum, ið
høvdu hersett landið og van­halgað
templið. Ein bólkur av jødum var
innistongdur í templinum. Har var
bara ein ljósa­staki í templin­um, og
olju høvdu tey bara til ein dag.
Men hóast hetta brann oljan í átta
dagar.
Visti tú
at tá ið Purim verður hátíðarhildið
í sýnagoguni, lata børnini seg í
eins og føroysk børn á føstulávint.
Søgan um Ester verður lisin upp,
og hvørja ferð navnið á Háman
verður nevnt, halda tey nógvan
gang fyri at køva navnið á honum.
fosturpápi · gálgan · endurvígsluna · vanhalgað
?
38
I...,28,29,30,31,32,33,34,35,36,37 39,40,41,42,43,44,45,46,47,48,...134
Powered by FlippingBook