Kristni 7 - Næmingabók - page 31

Kap. 4 - Jødadómur
Ferðin til tað lovaða landið var drúgv, men umsíðir komu tey til
Kánáanland. Ímeðan teir tríggir kongarnir, Sául, Dávid og Sálomon,
ráddu í landinum, var stórur framburður. Men tá ið Sálomon doyði,
fór landið í tvíningar. Navnið á norðara partinum gjørdist Ísrael, og
sunnara parturin varð nevndur Júda ella Judæa. Orðið jødi kemur av
orðinum Júda.
Nógvir jødar vónaðu, at teir aftur fóru at fáa ein kong av Dávids ætt.
Hesin Messias, tann salvaði kongurin, skuldi gera landið sterkt og
frælst. Hann var friðarhøvdingurin, ið skuldi gera alt gott. Enn í dag
bíða nógvir jødar eftir, at tann lovaði Messias skal koma.
Jødisku skriftirnar
Tanak er heilaga bókin hjá jødum. Bíblian og Tanak eru líkar á tann
hátt, at tað, sum kristin kenna sum Gamla Testamenti, eisini er í Tanak.
Tanak er skrivað á hebraiskum máli. Har eru allar frásagnirnar heilt frá
skapanini til umleið 300 ár fyri okkara tíðarrokning, tá Nýggja Testa-
menti tekur við. Men ikki minst viðger skriftin sambandið millum Gud
og menniskju.
Tanak er í býtt í tríggjar partar. Fyrsti parturin er Torain, ella tær fimm
Mósebøkurnar. Hesin partur verður hildin at vera tann týdningarmesti,
tí har stendur tann elsta søgan hjá jødum, og har eru lógirnar hjá jøda­
dóminum eisini at finna. Til samans eru 613 ymiskar lógir og reglur.
Ofta er teksturin skrivaður á rullur úr pergamenti, og lisið verður frá
høgru til vinstru.
Annar partur eru profetabøkurnar. Tríggir av teimum kendastu profet­
unum vóru Ezekiel, Jesaja og Jeramia, men fleiri aðrir profetar vóru
eisini. Elias er ein teirra, men eingin bók ber navn hansara. Profetarnir
komu við boðum frá Gudi og talaðu at, um fólkið ikki livdi, sum Gudi
hóvaði.
FAKTA
Í Toraini eru 613 forskriftir, 248
boð (tú skalt...) og 365 forboð
(tú mást ikki...). Talið 248 svarar
til talið av beinum, vit hava í
kroppinum, og 365 svarar til
dagatalið í árinum. Jødisk siðvenja
er, at menniskja alt árið skal liva
eftir Toraini.
Tanak ella TaNaCH er ein stytting
av Torah-Neviim-Ketubim, sum
merkir Lógin, Profetarnir og
Skriftirnar.
Tora-rullurnar verða sera væl við­
farnar. Tær eru í vøkrum hylki úr
silki ella floyali. Onkuntíð eru hesi
hylki úr træi og klødd við silki.
Tora rullurnar eru eisini prýddar
við metalkrónum og klokkum.
framburður · tvíningar · hebraiskum · pergamenti
?
Boð úr Toraini
“Lat ikki hjarta títt hýsa hatri móti bróður tínum…
tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. Eg eri Harrin!”
3. Mós 19,17 -18
31
I...,21,22,23,24,25,26,27,28,29,30 32,33,34,35,36,37,38,39,40,41,...134
Powered by FlippingBook