Kap. 4 - Jødadómur
Í nøkrum sýnagogum verður hildið fast við, at tað bert eru dreingirnir,
ið sleppa at lesa í Toraini. Genturnar kunnu savnast í smærri bólkum
og kanska lesa yrkingar ella syngja sálmar, men sum so verður einki
serstakt gjørt í sambandi við gudstænastuna fyri teimum. Foreldrini
kunnu tó halda veitslu fyri gentunum.
Jødi er ein, ið er føddur av jødiskari
mammu
. Tað ber tó til at gerast
jødi við at skifta ella konvertera, sum tað eisini verður nevnt, til
jødisku trúnna. Tá skalt tú ganga til undirvísing í sýnagoguni og fylgja
lógum og reglum í jødisku trúnni í longri tíð. Eftir hetta ber til at gerast
limur í einari jødiskari samkomu.
Hjúnalag
Tað er ymiskt, hvussu brúdleypssiðirnir eru. Fyrst og fremst er hjúna
lagið ein avtala ímillum eina kvinnu og ein mann, og tvey vitni skulu
vera til staðar.
Sjálv vígslan er undir einari baldakin, einum hásætishimmali, ið skal
ímynda framtíðar heim teirra. Vanliga verður parið vígt í sýnagoguni,
men vígslan kann eisini verða uttandura. Rabbinarin skipar fyri vígsluni.
Brúðurin rættir fram høgra fremstafingur, og brúðgómurin setur ring á
hann og sigur:
Við hesum ringi ert tú sambært Mósesi og Ísraels lóg vígd mær.
Í sýnagoguni hava menninir og
dreingirnir ein “kipak”, ein kalot,
á høvdinum og ein “tallit”, eitt
biðisjal, um herðarnar til at
hávirða Gud.
FAKTA
brúdleypssiðirnir · sambært
?
Kalottar. Jødiskir menn hava ofta kalott á høvdinum.
41