Kristni 7 - Næmingabók - page 47

granskaði · alsk · ótespiligir
?
47
Kap. 5 - Sálmar - Mikkjal á Ryggi
Mikkjal Dánjalsson á Ryggi
(1879-1956)
Mikkjal á Ryggi, sum vit oftast nevna hann, varð føddur 17. oktober
1879 í Miðvági. Faðir hansara var bóndi. Mikkjal á Ryggi var tveir vetrar
á háskúla í Danmark á ungum árum.
Mikkjal áRyggi var virkiná somongumøkjum.Hannvar virkin í politikki,
hann granskaði fyri danskan vísindastovn, hann skrivaði skúlabøkur,
teknaði og málaði, tók myndir, var skald og yrkjari. Hann yrkti bæði
sangir, kvæði og sálmar. Harafturat skrivaði hann Miðvinga søgu, fyrstu
føroysku bygdarsøguna. Stutt sagt, hann hevði alsk til alt, sum føroyskt er.
Hóast hann ikki var læraralærdur, var hann ferðalærari í Bø og Gásadali
í 26 ár. Eina viku í senn á hvørjum stað. Leiðin gekk tá upp um Skarð í
430 m hædd. Í øllum veðri, alt skúlaárið. Mangir túrar hava óivað verið
ótespiligir, meðan aðrir hava verið sannar náttúruupplivingar. Bæði í
tí, sum Mikkjal á Ryggi hevur skrivað og yrkt, sæst, at honum dámdi
væl at vera úti í náttúruni. Mikkjal á Ryggi var eisini formaður í Føroya
Lærarafelag, hóast hann sum sagt ikki var læraralærdur.
Í sálmum sínum yrkir Mikkjal á Ryggi ofta um gerandisdag føroyinga.
Hesir sálmar eru sannar perlur í okkara sálmaskaldskapi. Aðrir sálmar
eru yrktir um eitt nú frásagnir í Bíbliuni.
Í Sálmabók Føroya kirkju finna vit eisini hópin av sálmum, sum Mikkjal
á Ryggi hevur týtt eftir útlendskum sálmaskaldum. Samanumtikið kann
sigast, at Mikkjal á Ryggi eigur góðan fjórðing av sálmunum.
Vatnið vinnur harða hellu
slættar niður fjøll.
Líggin gongur, grasið fellur,
falla so vit øll.
Stirðnar blóðið, steðgar hjartað,
legst enn maður lík,
sálin í Guds himni bjarta
livir fræls og rík.
Ein dagin í hoyna 1909 høgdi Mikkjal á
Ryggi tvey ørindi niður í helluna í Hýsisá í
heimbygdini. Tey eru enn at síggja í helluni
í ánni.
Mikkjal Dánjalsson á Ryggi
I...,37,38,39,40,41,42,43,44,45,46 48,49,50,51,52,53,54,55,56,57,...134
Powered by FlippingBook