56
Jesus og boðskapur hansara
Í trý ár ferðaðist Jesus nú um í landinum. Nógv fólk savnaðust at hoyra
hann tala um Gud og at síggja hann grøða ymsar sjúkur. Hann fekk
sær 12 lærusveinar til hjálpar, og hann gjørdi ongan mun á høgum
og lágum. Jesus tosaði nógv um, hvussu tey skuldu vera hvør ímóti
øðrum. Hann segði, at orðini í skriftunum, eyga fyri eyga og tonn fyri
tonn, ikki vóru galdandi longur. Higartil høvdu tey skilt tað soleiðis, at
tú skuldi hevna aftur, um onkur hevði gjørt tær ella onkrum av tínum
nakað. Men nú segði Jesus, at Gud vildi, at tú skuldi elska øll, eisini
óvinir tínar. Tú skuldi vera móti øðrum, sum tú vildi, tey skuldu vera
ímóti tær.
Tíðindini um Jesus og læru hansara fóru um alt landið, og nógv vóru
tey, ið tóku við tí hann lærdi. Men har vóru eisini mong, ið ivaðust.
Millum teirra vóru nakrir lærdir jødar, teir sokallaðu fariseararnir. Teir
hildu seg vera serfrøðingar í skriftunum, og teir hildu seg vita, hvat
Gud helt. Teir royndu at vísa á, at tað var ikki rætt, tá ið Jesus segði, at
kærleikin millum menniskju er tað týdningarmesta í Guds boðskapi.
Harafturat kundu fariseararnir ikki góðtaka, at øll kunnu trúgva á Gud
og verða frelst. Sambært Tanak vóru jødarnir Guds útvalda fólk.
Men Jesus fekk eisini nógvar aðrar fíggindar, tí ikki øll kundu góðtaka,
at hann segði seg vera Guds son. Millum hesar vóru jødiskir leiðarar, ið
óttaðust uppreistur ímóti rómverjum, hvørs vælvild, teir vóru bundnir
at. Tí sóu teir Jesus sum eina hóttan, ið mátti beinast av vegnum.
Ferðin til Jerúsalem
Á hvørjum ári hátíðarhildu jødar páskirnar. Nógv teirra fóru tá niðan til
Jerúsalem, har tey ofta hugnaðu sær saman í eina heila viku.
Jesus var eisini saman við lærusveinum sínum á ferð niðan til býin.
Jesus fortaldi teimum, at Guð hevði eina ætlan við honum hesar páskir.
Ein av lærusveinunum fór at svíkja hann, og hann fór at verða dripin,
men tríggjar dagar seinni fór hann at rísa upp frá deyðum.
Jesu lærusveinar vóru farnir frá arbeiði og øllum sínum kæru fyri at
fylgjast við Jesusi. Nú fór Jesus at fara frá teimum, tí hansara arbeiði
her á jørð var komið at enda, og nú skuldi hann fara aftur til faðir sín
á himli. Men lærusveinar hansara skuldu halda áfram við arbeiðinum
at prædika.
høgum og lágum · lærdir · serfrøðingar · vælvild
?
Alt tað, sum tit tí vilja, at
menn skulu gera móti tykkum,
tað skulu tit eisini gera móti
teimum.
Úr Matt 7,12