61
Kap. 6 - Kristindómur
FAKTA
Dúgvan ímyndar heilaga andan,
men eisini kærleika, frið og fyri-
geving.
Jesus, sum tey høvdu krossfest, var risin upp, farin til himmals og hevði
sent teimum heilaga andan. Heilagi andin skuldi vegleiða teir og geva
teimum kraft at prædika.
Tey, ið trúðu hesum, vórðu doypt, og tey hildu saman, seldu ognir sínar
og býttu út til teirra, ið høvdu hjálp fyri neyðuni. Tey gleddust um alt
tað, tey høvdu fingið gjøgnum Jesus, og sum tíðin leið, gjørdust tey
fleiri og fleiri.
Evangeliini
Sum tíðin leið, varð boðskapurin um Jesus skrivaður niður. Teir, ið vit
best kenna frá hesum arbeiði, eru Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes.
Boðskapurin í evangeliunum er, at Gud sendi Jesus til jarðar at frelsa tey,
ið trúgva á hann. Evangeliini vórðu skrivað á grikskum máli. Tá varð
orðið Messias umsett til grikska Kristus. Soleiðis kom navnið á nýggja
átrúnaðinum, kristindóminum.