Kristni 7 - Næmingabók - page 64

64
FAKTA
Eitt sakramenti er ein heilag
handling, har tey kristnu halda, at
tey fáa Kristi náði og fyrigeving.
myndugleiki · umboðsmaður · prestvígslu · síðstu olju
?
Mariukirkjan í Tórshavn.
Kristnar kirkjur
Í dag eru um 1600 mió. fólk, ið koma saman í ymsum kristnum
kirkjum. Tær størstu eru tann rómversk-katólska, tann protestantiska
og tann ortodoksa kirkjan.
Rómversk-katólska kirkjan
Katolikkar trúgva, at pávin, sum er hægsti myndugleiki teirra, er
umboðsmaður Guds á jørð. Pávin býr í Vatikaninum, sum er eitt
lítið, sjálvstøðugt ríki í Róm. Katólska kirkjan er um allan heim og er
høvuðstrúgvin í Spania, Italia, Póllandi, Írlandi og mongum øðrum
londum. Katolikkar hava serliga stóra virðing fyri Mariu moy, og biðja
bæði hana og onnur halgimenni um forbøn hjá Gudi. Halgimenni eru
kristin fólk, sum eru deyð fyri trúgv sína, ella fólk, sum eftir sítt kristna
lív eru mett so serstøk, at tey verða gjørd halgimenni. Katólska kirkjan
hevur sjey sakramenti, dóp, altarborð, dópsjáttan, skriftan, prestvígslu,
hjúnavígslu og síðstu olju.
I...,54,55,56,57,58,59,60,61,62,63 65,66,67,68,69,70,71,72,73,74,...134
Powered by FlippingBook