Kristni 7 - Næmingabók - page 74

74
Kirkjusøga
Sagt verður, at kristna kirkjuliðið varð stovnað 50 dagar eftir, at Jesus
var deyður. Tað byrjaði í Jerúsalem. Har vóru lærusveinarnir hjá Jesusi
komnir saman í einum húsum at hátíðarhalda kornheystingina hjá
jødum, hvítu­sunnu. Brádliga hoyrdist eitt dun, sum um húsið fyltist
av vindi, og ein eldslogi blaktraði yvir høvdinum av hvørjum teirra.
Hetta var tekin um heilaga andan, ið Jesus hevði lovað teimum.
Tá heilagi andin var komin yvir lærusveinar hansara, nú kallaðir
ápostlar, fóru teir til verka. Teir varnaðust, at teir kundu tala á fleiri
tungu­málum, og glaðir fóru teir at prædika á gøtunum í Jerúsalem,
har jødar, ikki bert úr Jerúsalem og Palestina, men úr øllum
Rómverja­ríkinum vóru komnir at halda hvítusunnu. Tey, ið tóku við
trúgv, vórðu doypt, og um 3000 vórðu doypt hendan dagin.
Men sjálvt um tey lótu seg doypa, so kendu tey seg enn sum jødar
og hildu seg til tær jødisku lógirnar. Tey hildu áfram at koma saman
í sýnagogum og í templinum. Men sum frá leið komu fleiri og fleiri
fólk, ið ikki vóru jødar, við í felagsskapin, og so komu trupulleikarnir.
Tá í tíðini kundu jødar ikki vera saman við fólki, ið ikki vóru jødar.
Forfylging
Skjótt byrjaði forfylging av teimum kristnu. Nógvir av teimum mátt­
miklastu leiðarunum hjá jødunum vildu ikki hoyra boðskapin um,
at Jesus, sum teir høvdu krossfest, var risin úr grøv, og at hann var
tann Messias, teir høvdu bíðað eftir.
Tey kristnu máttu so gera sínar egnu samkomur. Tey komu saman til
gudstænastur hvørja viku. Tey lósu úr Gamla Testamenti, tí Nýggja
Testamenti varð ikki skrivað enn, men ápostlarnir fortaldu teimum,
hvat Jesus hevði sagt og gjørt. Har varð prædikað, og tey hildu
kvøldmáltíð, soleiðis sum Jesus hevði boðið teimum. Eisini varð
sungið og biðið. Nógv fátækradømi var millum fólkið, men mong
kristin seldu ogn sína og lótu teimum, ið einki áttu. Hvønn dag varð
eisini matur býttur út til teirra, ið tørvaðu.
FAKTA
Ápostul merkir sendiboð.
eldslogi · blaktraði
?
Hvítusunna. Ímynd av heilaga andanum, dúgva,
vatn, vindur og eldur.
I...,64,65,66,67,68,69,70,71,72,73 75,76,77,78,79,80,81,82,83,84,...134
Powered by FlippingBook