Kristni 7 - Næmingabók - page 84

Sigmundur Brestisson
Seint í 900-talinum breiddi kristindómurin seg til okkara leiðir. Úr
Noregi kom Sigmundur Brestisson við boðum frá Ólavi kongi Tryggva­
syni, at føroyingar skuldu lata seg kristna og geva seg undir vald kongs
og Sigmundar.
Tað var ikki bara sum at siga tað. Hann, sum gjørdi størstu mótstøðu,
sigst vera Tróndur í Gøtu. Ein dagin lupu Sigmundur og menn hansara
á Trónd, drógu hann út í tún og góvu honum tvinnar kostir í at velja,
antin lata seg kristna ella lata lív. Sum vituligt er, valdi Tróndur tað
seinna. Eftir hetta fór Sigmundur um landið og kristnaði menn og
kvinnur.
FAKTA
Søgan vil vera við, at Tróndur
gloymdi ongantíð Sigmundi, at
hann fór soleiðis við sær. Hildið
verður, at í 1002 hevndi hann
seg og herjaði á garð Sigmundar
í Skúvoy. Sigmundur slapp til
rýming­ar, svam um Suðuroyarfjørð
og kom á land í Sandvík, har
Tórgrímur tók hann av døgum.
vituligt
?
Sigmundur Brestisson, standmynd við Vesturkirkjuna í Tórshavn.
84
I...,74,75,76,77,78,79,80,81,82,83 85,86,87,88,89,90,91,92,93,94,...134
Powered by FlippingBook