Kristni 7 - Næmingabók - page 75

75
Kap. 8 - Kirkjusøga
Ta fyrstu tíðina var Pætur ápostul
fremstur í kirkjuliðinum. Hann
varð eisini saman við Jóhannesi
ápostli tveittur í fangahús og fekk
forboð fyri at prædika um Jesus.
Men hvørja revsing teir annars
skuldu fáa, kundi ráðið, ið var
hægsti myndugleiki hjá jødum,
ikki koma ásamt um, og teir vóru tí
sleptir leysir.
Mest nýtti háttur at avrætta fólk tá
í tíðini var at steina tey til deyða.
Stefan, ið var sera íðin at boða
kristna boðskapin og hjálpa teimum,
ið trongdu, var tann fyrsti, vit vita
um, ið varð steinaður til deyða fyri
at boða kristnu trúnna.
Stefan verður steinaður.
I...,65,66,67,68,69,70,71,72,73,74 76,77,78,79,80,81,82,83,84,85,...134
Powered by FlippingBook