Kristni 7 - Næmingabók - page 85

Kap. 9 - Kristna kirkjan fer um lond
Søgnin sigur, at Gæsa í Kirkjubø,
sum átti nógva jørð, var løgd
undir at hava etið kjøt í longu­
føstu og mátti bøta afturfyri við
jørð síni. Soleiðis skuldi kirkjan
fáa jørð hennara.
FAKTA
biskupssetur · prestagjøld · breyðføða · longuføstu
?
Kirkja í Føroyum
Verulig kirkja kom ikki beinanvegin, men um ár 1100 vita vit, at
biskupar og prestar eru í Føroyum. Bæði bønhús og kirkjur verða bygd
so við og við. Tó verður hildið, at rúm tíð gekk, áðrenn fólk høvdu
slept gomlu, norrønu gudalæruni. Enn í dag eru leivdir frá teirri tíðini.
Tórshavn, tórsdagur (hósdagur), tey heidnu, so sum huldufólk, trøll og
nykar, eru nakrar av hesum leivdum. Móti hesum heidnu var bert eitt,
ið hjálpti, og tað var kirkjan. Kom kirkjan undan, ella slapst tú inn í
hana, var sloppið. Tá misti tann heidni valdið á tær.
Fyri at varðveita landið kristið, mátti eitt biskupssetur setast á stovn,
og tað mátti hava nakað av jørð. Fyrst í 1100-talinum varð Kirkjubøur
biskupssetur, og so við og við øktist ognin. Tá trúbótin kom fyrst í 16.
øld, átti biskupssetrið umleið helvtina av allari jørð í Føroyum. Hetta
góðs hevur kirkjan helst fingið til gávus við vón um sálarbót, við keypi,
og helst ein stóran part sum bøtur fyri halgibrot móti kristindóminum.
Árini gingu, og vit fingu sjey prestagjøld, hvørt við sínum sóknar-
presti, sum fekk jørð í bygdini, so hann kundi breyðføða seg og síni.
Prestaskúli kom í Kirkjubø, har eisini Sverri, sum seinni gjørdist kongur
í Noregi, fekk sín lærdóm.
Visti tú
at sálarbót er at fáa fyrigeving
fyri synd­ir. Fyri trúbótina lótu fólk
kirkjuni pening fyri at fáa sálar-
bót.
85
I...,75,76,77,78,79,80,81,82,83,84 86,87,88,89,90,91,92,93,94,95,...134
Powered by FlippingBook