Kristni 7 - Næmingabók - page 92

92
Trúarskiftið
Hetta fyribrigdi verður eisini kallað reformatión. Tað merkir broyting
ella endurnýggjan – at geva onkrum nýggjan form. Soleiðis verður
sagt um tíðina í fyrru helvt av 1500-talinum.
Skrivaða orðið
Fyri betur at skilja trúarskiftið, er neyðugt at læra eitt sindur um
tað skrivaða orðið. Eitt tað elsta, vit vita um, eru myndir málaðar á
holuveggir. Her kunnu vit “lesa” eini boð frá einum skrivara, uttan
at hesin er til staðar. Men skrivarin mátti duga at tekna, og tað tók
langa tíð.
Gutenberg pressa.
Brot úr Bíbliuni hjá Johann Gutenberg.
I...,82,83,84,85,86,87,88,89,90,91 93,94,95,96,97,98,99,100,101,102,...134
Powered by FlippingBook