Kristni 7 - Næmingabók - page 100

100
• Fyrstu bøkurnar, eisini Bíbliur, vóru skrivaðar í hond
• Johann Gutenberg fann upp á at prenta bøkur í 1400-talinum
• Fólk sóu mun á tí, tey lósu, og tí kirkjan lærdi
• Johan Huss talaði at læru kirkjunnar
• Johan Huss brendur á bálið í 1415
• Luther var føddur 1483
• Trúarskifti, reformatión, merkir broyting
• Trúarskiftinum stóð Martin Luther fyri
• Luther setti seg upp ímóti kirkjuni og pávanum
• Luther steðgaði søluni av avlátsbrøvum
• Frelsan er ein søk millum menniskjað og Gud
• Eftir trúarskiftið fingu prestar loyvi at gifta seg
• Kongur fekk hægsta ræðið í kirkjuni
• Luther doyði í 1546
• Lutherskir prestar verða settir í Føroyum í 1541
1. Hvussu nógvar hættir at skriva kennir tú?
2. Hvønn týdning hevur tað, at fólk duga at lesa?
3. Eru fólk, ið ikki hava lært lesikynstrið?
4. Hvat merkir reformatión?
5. Hví verður Luther hildin at vera stórmenni í søgu kristin­
dómsins?
6. Nevn týdningarmiklar løtur í lívi Luthers.
7. Hvat samband er millum avlátsbrøv og Pæturskirkjuna í Róm?
8. Hvat førdi trúarskiftið við sær?
9. Hvussu æt fyrsti lutherski biskupur í Føroyum?
10. Hvør fór undir at byggja dómkirkju í Kirkjubø?
Samandráttur
Spurningar
I...,90,91,92,93,94,95,96,97,98,99 101,102,103,104,105,106,107,108,109,110,...134
Powered by FlippingBook