Kristni 7 - Næmingabók - page 103

FAKTA
Orðið pietisma merkir ábyrgdar-
fullur, frómur ella gudsóttandi. Nú
á døgum oftast brúkt í merkingini
trúgvandi.
vekilsisrørslu
· náttúruvísindi
?
Hans Adolf Brorson
Hans Adolf Brorson
(1694-1764)
Hans Adolf Brorson var føddur í Randrup í Suðurjútlandi. Hann átti tveir
brøður, sum báðir vóru prestar. Faðir teirra doyði ungur, men mamman
kláraði tó at lata dreingirnar ganga í latínskúla. Teir eldru brøðurnir
lærdu til prest og vóru hugtiknir av tí vekilsisrørslu, sum tá var komin
sunnaneftir til Danmarkar. Henda rørsla var tann sokallaða pietisman.
Tey, sum vóru rørd av hesi veking, upplivdu øll so at siga tað sama. Tey
vóru ivandi ella leitandi, bóðu um frelsuvissu og fingu hana. Aftaná
gjørdust tey glaðari og mettu seg nú vera komin til persónliga trúgv. Tey
mettu eisini, at hetta átti at síggjast aftur í gerandisdegnum, og mong
fóru at hjálpa treingjandi, serliga fátækum og veikum.
Hans Adolf Brorson fór at lesa til prest í Keypmannahavn. Hann gjørdist
prestur, tó at hann eina tíð hevði betri hug til náttúruvísindi. Meðan
hann lærdi, gjørdist hann sjúkur og fór heim aftur til Jútlands. Hann
fór at vera húslærari hjá mammubeiggja sínum í Løgumkloster. Her
upplivdi hann hesa nýggju vekilsisrørslu, sum honum dámdi so mikið
væl, at hann fekk hug til at gera lesturin til prest lidnan.
Í 1729 varð hann prestur í Tønder í Suðurjútlandi. Hetta økið í
Suðurjútlandi var í tí tíðini nógv ávirkað av týskum máli og týskari
mentan. Hóast Brorson prædikaði á donskum, so vóru sálmarnir týskir.
Hetta vildi Brorson fegin broyta. Fyrsta royndin var eitt hefti við 10
jólasálmum. Seinni komu onnur hefti til aðrar hátíðir, og fólk vóru fegin
um hesar sálmar.
Í 1737 gjørdist Hans Adolf Brorson biskupur í Ribe.
Hans Adolf Brorson eigur fleiri sálmar í Sálmabók Føroya Kirkju, bæði
yrktar og týddar. Teir bera brá av tí átrúnaðarligu sannføring, Borson
hevði, og eru lættir at syngja.
Kap. 12 - Sálmar eftir Brorson
103
I...,93,94,95,96,97,98,99,100,101,102 104,105,106,107,108,109,110,111,112,113,...134
Powered by FlippingBook