Kristni 7 - Næmingabók - page 106

1. Fulla navn Brorsons, føðiár og deyðaár.
2. Hví fór Brorson at lesa til prest?
3. Hvat eyðkennir pietismuna?
4. Hví fór Brorson at yrkja sálmar?
5. Hvar var Brorson biskupur?
6. Greina sálmarnar eftir greiningarfrymlinum.
Spurningar
Greiningarfrymil
Sálmar kunnu viðgerast á henda hátt:
1. Les sálmin væl.
2. Hvør hevur yrkt og/ella týtt?
3. Hvat er lagið til sálmin?
4. Kennir tú annað lag til sálmin?
5. Eru torfør orð, so kanna, hvat tey merkja.
6. Nýtir sálmaskaldið rím?
7. Nýtir sálmaskaldið myndatalu?
8. Er innihaldið úr Bíbliuni, gerandisdegnum, andaliga lívinum e.ø.?
9. Er sálmurin yrktur til serstakt høvi, hátíð, árstíð, morgun, kvøld e.a.?
10. Kann sálmurin býtast í partar?
11. Greið í stuttum frá innihaldinum.
12. Hvat ørindi dámar tær best og hví?
13. Hevur sálmurin ávísan boðskap?
14. Kennir tú annan sálm við sama innihaldi?
106
I...,96,97,98,99,100,101,102,103,104,105 107,108,109,110,111,112,113,114,115,116,...134
Powered by FlippingBook