Kristni 7 - Næmingabók - page 98

nunnu, Katarinu von Bora.
ikki á latíni, sum bert tey lærdu duga!
98
trúarfelagar
?
fekk riddaraklæði og eftirgjørt fullskegg og sítt hár. Nú varð navn
hansara Jørg Junkari.
Í 10 mánaðir búði hann har. Tað fall honum ikki lætt at skula ganga
fyri einki. Hann umsetti Nýggja Testamentið úr grikskum til týskt.
Av tí at umsetingin var líkari gerandismálinum, vóru fólk sera fegin
um tað, tí so skilti tey betur skriftina og kundu taka støðu út frá
henni.
Heimaftur til Wittenberg
Hóast hann setti lívið í váða, fór Luther kortini heim aftur til
Wittenberg og helt á at prædika. Ein dagin frætti hann, at trúarfelagar
hansara høvdu gjørt seg inn á prýði og halgilutir í kirkjuni. Teir
vildu taka øll katólsk tekin burtur, men Luther setti teir upp á pláss.
Tað einasta, sum kundi takast burtur, var sovorðið, sum gekk ímóti
Nýggja Testamenti, so sum altar fyri halgimennum.
Nú skipaði Luther kirkjuna, so sum hann helt, at hon átti at vera
skipað. Nú skuldi prædikast á móðurmálinum, ikki á latíni, sum
bert tey lærdu dugdu. Prentlistin gjørdi eisini sítt til, at fleiri lærdu
at lesa og kundu ogna sær eina Bíbliu. Prestar skuldu hava loyvi at
gifta seg, og kongur skuldi hava hægsta ræði á kirkjuni. Sjálvur gifti
Luther seg við eini fyrrverandi nunnu, Katarina von Bora. Hon varð
honum dyggur stuðul alt lívið.
Áðrenn Luther doyði í 1546 eydnaðist honum at síggja, at mong
tóku við hesi nýggju læruni.
I...,88,89,90,91,92,93,94,95,96,97 99,100,101,102,103,104,105,106,107,108,...134
Powered by FlippingBook