Kristni 7 - Næmingabók - page 94

94
Martin Luther
Martin Luther verður hildin at vera eitt stórmenni í søgu kristin­
dómsins. Við honum kom trúarskiftið. Martin Luther var føddur hin
10. november í 1483 í týska býnum Eisleben. Dagin eftir varð hann
doyptur, sum siður var tá á døgum, og varð upp­kallaður eftir dóps­
degn­um, mortansmessu. Hann vaks tó upp í Mansfeld stutt haðani.
Tað var einki, ið bendi á, at Martin Luther skuldi gerast týðandi
kirkjumaður. Tó lá tað í kortunum, at hann skuldi fáa eina góða
útbúgving, ikki verða slitmaður, sum pápin, ið var bóndi og
minueigari. Ikki var tað vanligt, at bóndasynir fóru at lesa, men
foreldrini vóru vorðin so mikið múgvandi, at hetta læt seg gera hjá
unga, evnaríka Martini.
Martin Luther gekk fyrst í skúla í heimbygdini, síðani í eini
grannabygd og at enda í Eisenach. 17 ára gamal fór hann á lærdan
háskúla, har hann fekk eina grundútbúgving. Í 1505 fór hann á
løgfrøðiskúla í Erfurt. Her dámdi honum væl at vera. Hann var sum
onnur ung og skemtaði sær eins og hini. Tó kundi hann eisini gerast
sera álvarsamur og hugsa um lívsins stóru spurningar, so sum lív og
deyða.
Tað sigst, at tá hann einaferð hevði verið heima og vitja foreldrini,
kom hann í eitt rættiligt ódnarveður uppi millum fjalla. Toran fór at
stórmenni · slitmaður · múgvandi
?
FAKTA
Munkalyfti:
munkar skuldu lova einki at eiga,
vera lýdnir móti kleysturreglunum
og ikki at gifta seg.
Fyri at minnast til hetta knýttu
teir tríggjar knútar á beltið, teir
høvdu um miðjuna.
Martin Luther
– eitt stórmenni í søgu kristindómsins
Luther vaks upp í Mansfeld.
Ibus sitions equa.
Ut rerions maiore
sae maximus dole
Visti tú
at mortansmessa 11. november
er til minnis um biskupin Martin
av Tours í Fraklandi. Hann var
verndarhalgi­menni hjá húsdýrum
og hjá drykkju­monnum!
I...,84,85,86,87,88,89,90,91,92,93 95,96,97,98,99,100,101,102,103,104,...134
Powered by FlippingBook