95
Kap. 11 - Trúarskiftið
ganga so ógvusliga, at tann ungi Martin gjørdist ræðslusligin. Hann
rópti í angist síni á ta heilagu Onnu:
Hjálp mær Sankta Anna, so skal
eg gerast munkur.
Eftir ógvusligu hendingina í ódnarveðrinum gjørdi Luther sum
lovað. Hann fór í kleystur og gjørdist munkur. Eitt ár seinni gav
hann munkalyftið.
Luther gjørdist prestur, og í 1512 varð hann doktari í gudfrøði. Hann
hugsaði nógv um, hvussu vit verða frelst. Sjálvt um hann eftir tátíðar
meting gjørdi alt rætt, fastaði, bað, skriftaði og píndi seg sjálvan, so
fann hann ikki sálarfrið. Ein dagin, hann las í Rómverjabrævinum
3,28, at hin rættvísi skal liva av trúgv, og at vit verða rættvísgjørd av
trúgv uttan lógargerningar, varð spurningurin svaraður. Gud hevur
fyrigivið menniskjunum eina ferð med alla, tá hann ofraði son sín
Jesus Kristus fyri okkara skuld.
Henda sannføring Luthers var ikki heilt samsvarandi tí, ið pávin og
katólska kirkjan lærdu. Hugsan teirra var, at menniskjuni skuldu
liva soleiðis, at tey høvdu uppiborið Guds ríki og ævigt lív. Umframt
bøn, føstu, skriftan og fráhald, bar eisini til at fara pílagrímsferðir,
tilbiðja halgimenni ella keypa sær avlát. Við at gjalda eina upphædd,
kundi tú stytta tær um tíðina í skerseldinum. Tú fekst so eitt bræv,
har á stóð, hvussu mikið tú hevði goldið.
Í miðøldini lærdi katólska kirkjan,
at fyri at sleppa í himmalin mátti
farast gjøgnum skerseldin, fyri at
verða reinsaður frá allari synd.
Hetta stendur ongastaðni í Bíbliuni.
Tí tók Luther frástøðu frá hesi læru.
forbøn · doktari · fastaði · med alla · fráhald
?
FAKTA
Sankta Anna var Móðir Mariu,
Jesu móðir. Fyri trúbótina var
hon verndarhalgimenni, eisini í
ódnarveðri.
Halgimenni er eitt fólk, sum eftir
deyða sín verður hildið at hava
livað serliga fyrimyndarligt ella
heilagt. Hildið verður, at tey hava
fingið lut í tí himmalsku sæluni og
kunnu fara fram fyri Gud í forbøn
okkara vegna.
Hjálp mær
Sankta Anna! So
skal eg gerast
munkur!