93
Kap. 11 - Trúarskiftið
stavrað · vágaði sær · skala
?
So við og við mentist skriftin soleiðis, at ikki var neyðugt at tekna
myndir, men tekn komu fyri myndirnar. Soleiðis fingu vit, sum frá
leið, eitt stavrað. Tær fyrstu bøkurnar vórðu skrivaðar í hond. Eisini
Bíblian.
Sostatt vóru tað bert tey heilt ríku, sum kundu eiga eina bók. Tað
hevði so aftur við sær, at ikki var neyðugt, at øll dugdu at lesa. Vit
kunnu ímynda okkum, at í hesi tíðini bar væl til at lata fólk vera
óvitandi um mangt, fyri ikki at tala um at villleiða fólk.
Miðskeiðis í 1400-talinum hendir kanska størsta frambrot í søgu
Evropa. Tá finnur ein týskur gullsmiður, Johann Gutenberg, upp
á at gera einstakar bókstavir úr blýggi. Nú bar til at seta hesar upp
soleiðis, at til bar at prenta bøkur.
So við og við komu bøkur út millum fólk. Fyrst og fremst Bíbliur.
Fólk, ið lósu Bíbliuna, undraðust á, at tað var stórur munur á tí, har
stóð, og tí, ið kirkjan lærdi. Tann, ið vágaði sær at tala at hesum, fekk
skjótt at kenna, at tað var betri ógjørt.
Johan Huss
Johan Huss var føddur í 1370 í Kekkia. Hann kom úr fátækum
korum, men las tó gudfrøði í Prag.
Tá hann vágaði sær at tala at kirkjunnar læru, varð hann stevndur
inn fyri ein kirkjurætt. Har varð hann ákærdur og dømdur fyri at
hava boðað falska læru. Dómurin var, at hann skuldi verða brendur
á báli.
Tað verður sagt, at tá hann stóð á bálinum, skuldi hann siga:
Í dag
brenna tit eina gás. Um hundrað ár kemur ein svanur. Hann flýgur so
høgt, at hann kunnu tit ikki skala.
Johan Huss varð brendur á báli í
1415.
Johan Huss
FAKTA
Bókstavir úr metali at seta
saman, so til bar at prenta heilar
bókasíður.