Ger so væl, her
eru avlátsbrøvini.
Takk fyri.
96
Avlát
Í 1517 kom ein sendimaður frá pávanum í Róm, Johan Tetzel, til
Wittenberg, har Luther starvaðist, at selja fyrigeving fyri syndir, sum
fólk høvdu gjørt, og syndir, sum fólk ætlaðu at gera. Eisini seldi hann
fyrigeving fyri syndir, sum tey, ið deyð vóru, høvdu gjørt. Luther sá,
at tann sálarneyð, fólk vóru í, gjørdi, at tey brúktu mest sum alt, tey
áttu, at keypa sær og sínum frelsu.
Pávin hevði ætlanir um at byggja eina stóra kirkju, Pæturskirkjuna
í Róm. Til tess skuldi nógvur peningur, so hetta við avlátsbrøvum
var ein kærkomin inntøka. Luther gjørdi tí av at mótmæla hesum.
Bæði av tí at tað var í stríð við sannføring hansara um frelsu, og av
tí at kirkjan gjørdi sær dælt av, at fólk vistu so lítið. Hann skrivaði
eitt bræv við 95 tesum um avlát til umboðsmann pávans, sum
umsat avlátsbrøvini. So setti hann brævið upp á dómkirkjuhurðina í
Wittenberg, sum siður var tá á døgum.
Lýstur í bann
Í fyrstuni hendi einki. Luther helt á at mótmæla. Eisini mótmælti
hann í sínum prædikum og í samrøðum við vanlig fólk. Um hesa
tíðina var prentlistin so mikið framkomin og prísurin á bókum so
mikið lágur, at fólk so við og við fekk hug at læra seg at lesa og fáa
sær bøkur og prentlutir. Fólk komu eftir, at ikki alt var, sum kirkjan
lærdi, og fóru í part við Luther. Tað førdi til, at katólska kirkjan í
1520 lýsti Luther í bann. Tó fekk hann 60 dagar at taka aftur tað,
hann hevði sagt og skrivað. So skuldi einki henda honum. Tað løgdu
Luther og hansara viðhaldsfólk lítið í og brendu bannskrivið á báli.
sálarneyð · kærkomin · sannføring · dælt av
?
Visti tú
Visti tú
at í katólsku kirkjuni var siður
at fara til ein skriftafaðir at siga
frá sínum syndum og biðja um
fyrigeving. Hann sat aftan fyri ein
vegg við útskeringum, so ljóðið
hoyrdist ígjøgnum. Luther trúði, at
fólki ikki nýttist ein millummann,
men at tey sjálv kundu venda sær
til Guds og “samtala” við hann.
at í miðøldini var lívið ótrygt.
Nógv fólk doyðu í hungri, av pest,
kolera o.ø. Tað hevði við sær, at
fólk hugsaðu eins nógv ella meira
um deyðan enn um lívið. Katólsk
hugsan var, at tey, ið vóru uttan
synd, fóru beina leið í paradísið,
meðan tey, ið ikki vóru syndafrí,
máttu gjøgnum skerseldin at verða
reinsað.