Mariumessa um várið 25. mars
Til minnis um, at eingilin Gabriel boðaði Mariu
moy frá, at hon skuldi bera frelsaran í heim
(Luk
1,26-38).
Mikkjalsmessa 29. september
Var hildin til minnis um høvuðseingilin Mikael.
Heilt upp til okkara tíð var vanligt at lesa lestur
henda dagin. Teksturin var
Opinb 12,7-12
. Nú
byrjaðu heystfjøllini, men í onkrari bygd var ikki
dámt, at farið var á fjall mikkjalsmessudag, men
beint eftir.
Allahalgannadagur 1. november
Frá aðru øld var siður at halda minningardag
fyri fólkum, ið høvdu latið lív fyri sína trúgv.
Tá hesir dagar við tíðini gjørdust alt ov mangir,
gjørdi Gregorius pávi III av at savna allar í ein
dag. Hetta var í árinum 731, og gjørdist dagurin
1. november. Fyri føroyingar í dag er hetta
minningardagur teirra sjólátnu, har vit minnast
tey, ið farin eru á sjónum farna árið. Vit samlast
við minnisvarðar, har nøvn teirra eru skrivað, og
halda minningargudstænastu um kvøldið í flestu
kirkjum, har nøvn teirra somuleiðis verða lisin
upp, og tøgn er eina løtu.
Kyndilsmessa 2. februar
Var upprunaliga ein mariumessa til minnis um
vitjan hennara í halgidóminum fjøruti dagar eftir,
at Jesus var føddur, sum siður var hjá jødiskum
konum. Til minnis um hana og at heiðra barninum
tendraðu fólk kertur og kyndlar. Tí fekk dagurin
heitið kyndilsmessa. Eisini hetta kvøldið verður
enn farið upp á gólv.
Grækarismessa 12. mars
Til minnis um pávan Gregorius hin Mikla. Hann
doyði 12. mars 604. Hann sigst at hava havt stóran
áhuga í kirkjuliga lívinum, eisini hjá tí einstaka, og
sett ymisk tiltøk í verk. Gregorianskur kirkjusangur
sigst stava frá honum, og onkur heldur, at okkara
kingoløg eru komin av hesum sangi. Hjá okkum
er hann ein av fyrstu várdøgunum. Tá siga vit,
at tjaldrið kemur til landið og ber okkum boð um
ljósari tíðir.
Kap. 10 - Dagar og messur
kertur · kyndlar · kingoløg · heystfjøllini
?
89