Kristni 7 - Næmingabók - page 82

kønir · hugvísindi · stórverk
?
FAKTA
Eftir katólskari siðvenju, skal ein
maður fyrst verða gjørdur halgi-
menni fyri at fáa heitið kirkjufaðir.
Kirkjufedrar
Kirkjufedrar ella stórmenni í kirkjusøguni hava oftast verið menn, sum
hava verið kønir í skriftunum. Summir teirra eru vorðnir kendir, av tí at
teir hava vart kristindómin móti ágangi frá øðrum átrúnaðum, meðan
aðrir eru vorðnir kendir, av tí at teir hava hildið tað verið neyðugt at tala
at kirkjunnar læru, um okkurt var, sum teir ikki hava hildið verið í tráð
við tað, sum stendur í Bíbliuni. Soleiðis hava hesir menn verið við til at
mynda tann kristindóm, vit kenna í dag.
Augustin
Augustin livdi frá 354-430. Hann verður hildin at vera
mest týðandi gudfrøðingur í fornkirkjuni. Hann var
føddur í Norðurafrikanska býnum Tagaste. Mamman
var kristin, og pápin var heidningur. Sjálvur royndi
Augustin ymiskan átrúnað og hugvísindi til hann sum
30 ára gamal gjørdist kristin. Hann var tá í Milano í
Italia. Stutt eftir fór hann heim aftur til Norðurafrika og
gjørdist biskupur.
Hann var djúphugsin maður. Sambært honum var
menniskjað bundið at arvasyndini. Tað elskaði seg sjálvt
hægri enn Gud. Av tí at menniskjað ikki kundi frelsa
seg sjálvt, tørvaði tí Guds frelsu ella náði, og hana kundi
kirkjan veita við sínum sakramentum. Menniskjað fekk
soleiðis hjálp til at elska Gud og næstan.
Augustin skrivaði eitt stór­verk um politiska statin
og Guds ríkið. Kirkjan ímyndar Guds ríkið, og
staturin skal geva seg undir hana. Hesir tankar
fingu avgerandi týd­ning
fyri katólsku kirkjuna.
Augustin livdi í tí tíðini,
tá kristindómurin hevði
stóra framgongd.
Augustin doyði sama ár,
sum Rómverjaríkið fall í
árinum 430.
Irenæus
Irenæus, sum doyði í 202,
kom úr Lítla Ásia, men
flutti til Fraklands, har
hann gjørdist biskup­ur í
Lyon. Hann hoyrir til teir
gudfrøðingar, sum mettu,
at gnostikarar mistolkaðu
Bíbliuna.
Gnostikarar boðaðu, at
tann skapta verðin var
ónd og ikki skapt av
Gudi. Hon bant sálina til
materialismu. Uppgávan hjá kirkjuni varð so at frelsa
sálina frá tí fongsli, sum likamið var, og sameina hana
við Guds andaligu verð.
Irenæus helt hinvegin, at skaparverkið var gott, og at
sannur kristindómur bygdi á, at Bíblian var sonn, og
at sambært henni var alt tað skapta gott. Hann vísti á,
at skapan og frelsa hoyra saman. Tað er skapanarverkið,
sum hevur frelsu fyri neyðini. Irenæus helt uppá, at
Gudsríkið er eitt ríki, har alt tað skapta er komið aftur
í rættlag.
Irenæus verður hildin at vera fyrsti gudfrøðingur. Hann
doyði sum pínslaváttur í 202.
Irenæus, standmynd við Frederiks­
kirkjuna í Keypmannahavn.
Augustin, mosaikk við kirkjuna á
Mount of Beatitudes í Ísrael.
82
I...,72,73,74,75,76,77,78,79,80,81 83,84,85,86,87,88,89,90,91,92,...134
Powered by FlippingBook