76
søkir at
?
Sául
Eftir at Stefan var tikin av døgum, byrjaði ein sonn
jagstran av teimum kristnu í Jerúsalem. Mong teirra
valdu tá at flýggja, og fleiri búsettust í Damaskus
har norðuri í landinum.
Ein hin argasti fíggindin hjá teimum var Sául, ein
ungur maður, ið sigst hava verið við, tá ið Stefan varð
tikin av døgum. Hann gjørdi av at fara til Damaskus
at leita eftir teimum, ið høvdu tikið við kristnu trúnni.
Í Damaskus búði Ánanias, ið var kristin maður. Í einari
sjón sá hann Harran, ið bað hann fara í eina ávísa gøtu
í býnum og inn í eitt ávíst hús. Har skuldi hann leggja
hendur sínar á Sául, so hann fekk sjónina aftur, tí Gud
hevði stórar ætlanir við Sául. Ánanias gjørdi, sum
hann var biðin.
Tey kristnu ræddust Sául og vildu einki hava við hann
at gera. Men so fekk hannmøguleika at greiða teimum
frá, hvat honum hevði verið fyri á ferðini. Eftir at Sául
var umvendur, nýtti hann rómverska navn sítt Paulus.
Hann var kendur fyri at boða kristna boðskapin og at
skriva brøv.
Tá Sául nærkaðist Damaskus, sá hann ei so bjart ljós,
at hann fór um koll.
Eg eri Jesus, sum tú søkir at.
Sta upp og far inn í staðin.
Har skalt tú fáa at vita,
hvat tú skalt gera.
Harrin hevur sent meg,
so at tú skalt fáa sjónina
aftur og verða fyltur av
heilagum anda.
Og so varð.
Sául fekk sjónina aftur…
…hann varð doyptur…
…og bar boðskapin um
Jesus í sýnagoguni.
Sául var so illa fyri av hesum, at
hann má i hjálpast á føtur og
verða leiddur inn í Damaskus.
Hann sá einki, og hann fekst
hvørki at eta ella drekka.
Sául, Sául, hví søkir
tú at mær?